Víkingur styrkir nú venjaratoymið.
Víkingur styrkir nú venjaratoymið.
Sigfríður Clementsen váttar fyri nordlysid.fo, at Magni Mohr frá 1. desember og í fyrstu atløgu fram til fyrsta landskappingardyst er partur av venjaratoyminum hjá Víkingi. Hann tekur sær av fysiska partinum hesa tíðina. Sigfríður sigur, at Víkinga leikararnir hava vant í eina tíð.
– Vit hava vant í eina tíð. Tvær ferðir um vikuna saman úti á vøllinum, um tað er veður. Og annars styrkisvenjing í hølunum. Umframt hetta, so hava leikararnir sítt egna programm at venja eftir, har teir venja 1-2 ferðir afturat um vikuna, sigur Sigfríður Clementsen við nordlysid.fo.
Umframt Sigfríð og Magna, so er Erland Tvørfoss eisini partur av venjaratoyminum hjá Víkingi.




