Magnus hevur við báti sínum Ronja, verið á kalavveiðu sunnanfyri Suðuroynna og væl hevur gingið.
Í gjár fríggjadagin legði Ronja veiðuna upp í Vági, og har vóru tveir stórir kalvar, sum helst viga omanfyri 200 pund hvør og eisini fekk hann ein triðja kalva uppá 80 pund.
Magnus Andreasen var tó ikki liðugur at draga línuna, og skuldi draga restina ídag, vit fara helst at frætta frá Magnussi seinni.




