Norðlýsið hevur vent sær til Magnus Arge, formann í Norðoya Sambandsfelag fyri at hoyra hvørjar viðmerkingar hann hevur til, at atkvøðuslúkur teirra nú tekur við lærarastarvi, heldur enn at umboða tær umleið 450 atkvøðurnar, sum hann fekk seinasta val, tær allar flestu úr Norðoyggjum?

Magnus sigur, at Bjørn er ikki livibreyðspolitikari, hann hevur verið longi í politikki og skilur tí at hann hevur valt at taka av einum góðum starvi.
Til spurningin hvørt tað er í lagi at umboðið hjá Norðoya Sambandsfelag, sum er valt at umboða teirra sjónarmið fram á tingi, fer í annað starv, og um hetta ikki er at vannvirða veljaran sigur Magnus, at hann sjálvsagt hevði kunna hugsa sær at Bjørn Kalsø sat á tingi, men at hann virðir avgerðina hjá atkvøðuslúkinum hjá Sambandsflokkinum í Norðoyggjum.