Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Magnus Dam verður nýggjur kringvarpsstjóri

Tíðindaskriv

Hann byrjar í starvinum 1. mai

 

Kringvarpsstýrið hevur sett Magnus Dam sum stjóra í Kringvarpi Føroya.

Magnus Dam hevur útbúgving sum journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole og sum løgfrøðingur frá universitetinum í Keypmannahavn.

Hann hevur drúgvar leiðslu- og starvsfólkaroyndir í høvuðsstaðarkommununi.

Magnus Dam var løgfrøðiligur ráðgevi á løgdeildini frá 2007 til 2028, og síðani 2018 hevur hann verið deildarleiðari á stjórnarskrivstovuni í Tórshavnar kommunu.

Frá 2000 til 2006 starvaðist hann sum journalistur á Sosialinum og í Kringvarpinum.

Magnus Dam tekur við starvinum 1. mai. Starvið sum kringvarpsstjóri er áramálssett í fimm år.

Katrin Petersen, sum hevur verið virkandi stjóri síðani desember í fjør, fer aftur í starvið sum deildarleiðari fyri Aktuelt.