og vísir hvussu ábyrgdarloysi og avmaktin hevur fingið fastartøkur í FSF síðani ein bindiklubbur í Havn við núverandi FSF formanninum á odda – oyðilegði sjálvan andan og ábyrgdarkensluna, sum síðan 1979 hevur verið grundarlagið undir føroyskum fótbólti.
Nýggjaskipanin við Aganevd vísir hvat hendir – tá eingin longur torur at taka ábyrgd av føroyskum fótbólti, og alt verður latið i hendirnar á sokallaðum serfrøðingum (í hesum førinum advokatum), sum í veruleikanum eru hentir bíttlingar hjá stórpolitiskum og kaptalistiskum áhugamálum í høvuðsstaðnum.
Fyrrverandi formaðurin í FSF, Torleif Sigurðsson, sáli, var hart ímóti at føroysk feløg kundu leggja innanhýsis fótbóltsligar spurningar fyri føroysku rættarskipanina – av teirri einføldu orðsøk at tann dag føroyskur fótbóltur ikki megnaði at avgreiða síni viðurskfti sjálvur – var eingin orðøk longur at hava leiðslu í FSF.
Í Magnus H. Olsen málinum staðfestir aganevndin at B36 hevur utttan loyvi frá B71 verið í samband við leikara hjá B71, sum hevur góðkendan sáttmála.
Men samtundis metir aðanevndin tað ikki verða neyðugt at viðgera spurningin um, hvør hevur vent sær til hvønn í hesum máli, tí áhugaleikari hevur rættarkrav at verað leysgevum frá sínum sáttmála tí nevndin staðfestir at leikari er ílæru og búsitandi í Tórshavn???????
Nevndin metir at lærupláss kann mestast við skúla og tí hevur leikari rætt til ótarna at skifta felag.
Omanfyri grundgevingar hjá nevndini er einki annað enn ein skandala fyri føroyskan fótbólt.
B36 eins og øll onnur feløg, sum eru limir í FSF hava á Aðalfundi í FSF samtykt, eina reglu sum meira enn nøkur onnur er ein "gentlemans-agrement" har feløgini bundu seg til ikki at tosað við sáttamálabundnar leikarar uttan loyvi frá avvarðandi felag.
Hetta var meira enn nakað annað ein regla, sum skuldi tryggja ítróttarliga andan og samstarvið millum feløgini í hesum tíðum har pengafótbólturin ræður fyri borgum.
Sambært avgerðini hjá Aganevnd FSF’s tann 19/3-2008 er staðfest at hendan aðalfundarsamtykt – av undirnevnd í FSF er sett til viks.
Hesum fari eg at ynskja nývalda formanninum í FSF og fyrrverandi stríðsmanninum til frama fyri høvuðsstaðarfeløgini – hjartaliga tillukku við.
Føroyski ítróttarvitin brennir ikki longur – um hann í heilatikið anir.
John William Joensen,
nevndarlimur í Klaksvíkar Ítróttarfelag




