Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Magnus Jørgensen innstillaður sum nummar eitt

John William Joensen

Eingin vil vátta tíðindini men tað skal vera vist at Magnus Jørgensen úr Havn er innstillaður sum nummar eitt til sóknarpretastarvið

Vit hava roynt at fingið váttan fyri hesum men tað hevur ikki eydnast okkum.

Men sambart tí sum vit vita er Magnus Jørgensen úr Havn instillaður sum nummar eitt.
Hann las til prest, sum ungur, men gavst og varð síðani postmaður í Havn í 25 ár.
Hann hevur eisini verið klokkari í dómskirkjuni í nógv ár.

Hann tók síðani lesturin upp aftur, bleiv sjálvlesandi og bleiv endaliga liðugur við útbúgvingina tíðliga í vár.
Kona hansara eitur Sólfríð Hansen og er ætta úr Fugloy.
Magnus Jørgensen verður mettur at vera ein hóvligur, liberalur teologur.

Nummar tvey er Øssur Kjølbro og Símin Jacobsen er instillaður sum nummar trí.

Tað er bispur sum endaliga tekur støðu til setanina men tað verður roknað sum givið at bispur fylgir innstillingini.