Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Magnus Jørmundsson: FM endar í Eysturoynni

Jákup Ósá

5 spurningar um Effodeildina: Fyrrverandi ÍF formaðurin væntar, at hetta verður eitt gott kappingarár hjá ÍF og grannunum úr Víkingi.

5 spurningar um Effodeildina: Fyrrverandi ÍF formaðurin væntar, at hetta verður eitt gott kappingarár hjá ÍF og grannunum úr Víkingi.

Fram til Effodeildin byrjar 5. mars fara vit eins og undanfarnu ár at biðja viðhaldsfólk ella fyrrverandi leikarar kring landið tippa um, hvussu tað fer at enda í Effodeildini í ár. Magnus Jørmundsson er fyrrverandi formaður í ÍF og fylgir liðnum í Fuglafirði tætt.

Hann tippar, at endaliga støðan fer at síggja soleiðis út:

1: Víkingur

2: B36

3: NSÍ

4: ÍF

5: HB

6: KÍ

7: TB

8: Skála

9: AB

10: B68

Hví væntar tú, at júst Víkingur vinnur FM?

Tað verður helst ein tøtt kapping. Rokni við, at kappingin verður tættari enn nakrantíð, men víkingarnir eiga at verða svangari í ár enn áður. Sámal Erik Hentze er vanur við at levera úrslit, og um tað ikki verður til gull hjá Víkingi í ár, so er spurningurin, um teir yvirhøvur fara at vinna við hesari generatiónini av leikarum, teir hava nú. Skaðar havi eg ikki tikið hædd fyri, men fyri mær at síggja, so er spennandi at síggja, hvussu teir loysa uppgávuna at loysa Finnur Justinussen av. Havi tó ongan greiðan favoritt í FM-stríðnum.

Hvør verður ársins leikari í Effodeildini í ár?

Sølvi Vatnhamar (Víkingur)

Hvør leikari fær sítt gjøgnumbrot hjá liðnum, sum tú heldur við í ár?

Ringt at siga, tí teir flestu hava spælt nógv í deildini. John Daniel Guðjónsson og Andrias Poulsen eru bestu boðini, og av teimum báðum, so vænti eg, at John Danieler betra boðið.

Hvat er lykilin til eitt gott úrslit hjá liðnum, sum tú heldur við?

Liðavrikið er lykilin. Offensivt hava vit etableraðar leikarar, í meðan defensivt sær nýtt út. Góðskan á øllum 11 plássunum er góð, so at tað ræður um at fáa allar at avrika saman.