Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Magnus Jørmundsson: FM endar í Klaksvík

Jákup Ósá

5 spurningar um Effodeildina 2017: Magnus Jørmundsson tippaði í fjør bæði FM vinnaran og ársins leikara rættan.

Í fjør væntaði Magnus, at Víkingur vann FM og at Sølvi Vatnhamar bleiv ársins leikari. Les meir um tað HER. Í ár væntar Magnus, sum er íðin ÍF viðhaldsmaður, at FM fer til Klaksvíkar og KÍ. Niðanfyri er hann fyrstur í røðini at svara spurningum um Effodeildina 2017.

1. Set stigatalvuna upp soleiðis, sum tú væntar at hon verður:

01. KÍ

02. B36

03. Víkingur

04. NSÍ

05. HB

06. ÍF

07. Skála

08. 07 Vestur

09. EB/Streymur

10. TB/FC Suðuroy/Royn

2. Hví væntar tú, at júst hetta liðið vinnur FM?

Eg haldi, at kappingin í ár er tann ringasta at meta um, síðan eg sjálvur fór at fylgja væl við. Tað er nógv skrivað um, at fýra tey fremstu verða tey somu. Magakenslan sigur, at okkur óvæntað kemur at henda í ár, men á pappírinum eru tey nokk tey fremstu frá í fjør,sum hava bestu breidd og góðsku. Um eg var spurdur onkran annan dag, so var raðfylgjan óivað onkur onnur.

KÍ slapp at flúgva eitt sindur undir radaranum í fjør, og fingu eina gull- og eina silvurmedalju, so málið í ár má og skal verða FM. Haldi sjálvur at hópurin er styrktur í mun til í fjør, og nú er møguleikin fyri at spæla uppaftur fleiri spæliætlanir. Haldi tó at øll liðini eru styrkt, so av tí sama, so havi eg als ongan greiðan FM vinnara.

3. Hvør verður ársins leikari í ár?

Lukasz Cieslewicz

4. Hvat er/verður besta keypið í Effodeildini síðani síðsta kappingarár og hví?

Albert Adu. Hevur víst sínar dygdir í TB í tvey ár, og hevur skotið 23 mál í 49 dystum. Kemur til eitt lið, sum er sterkt, og fer at fáa betri møguleikar at vísa síni evni. Er harafturat ein av leikarunum, sum gevur KÍ fleiri streingir at spæla uppá í ár.

5. Hvat væntar tú av tínum liði í ár og hví enda teir har sum teir enda?

Eg vænti eitt kappingarár, sum fer at minna um tvey tey undanfarnu. Liðið er ikki viknað, um vit hugsa um byrjunaruppstilling, men hópurin er kanska blivin eitt vet smælri. Málmaðurin er nýggjur, og kenni ikki tað stóra til hann, men í Ndende og Fritleif eru royndir komnar til miðverjuna, umframt at Jákup Andrias eisini er komin. Bogi og Niels Pauli styrkja væl um miðvøllin, um hugsað verður um, hvørjar typur teir eru til spæliskipanina. Tó so, so er vindeygað ikki stongt enn, og í Rio de Janeiro situr tíverri ein leikari, sum heilt vist kemur at mangla, um ikki loyvini koma í ordan. Har skal ein avloysari so finnast, um tummilin frá Udlændingeservice vendur skeivan veg.

Eru vit nøkunlunda heppin við skaðum og leikbannum, so er ein lítil optimisma í mær, sum sigur, at vit kunnu arga eitt sindur í stigatalvuni.