Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Magnus Rasmussen spyr Sirið Stenberg um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu í Føroyum

Sambandsflokkurin

Til løgtingsfundin í morgin 23. august 2017, hevur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein munnligan fyrispurning umrúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu í Føroyum

Til løgtingsfundin í morgin 23. august 2017, hevur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein munnligan fyrispurning umrúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu í Føroyum

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1.Hvørjar yvirskipaðar ætlanir hevur landsstýrið við rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluni í Føroyum?

2.Eru ítøkiligar ætlanir, sum vit fara at síggja aftur á landsins fíggjarlóg, fyri 2018?

Magnus Rasmussen sigur í sínum viðmerkingum til fyrispurningin, at vit hoyra mangan, at tað gongur væl í Føroyum. Jú, tað gongur væl í Føroyum á nógvum økjum, men tó ikki á øllum økjum. Eitt økið, sum tað ikki gongur væl á er rúsdrekka- og rúsevnaøkinum, og her hugsi eg um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluna í landinum. Hesin trupulleikin er stórur og er eisini vaksandi, serliga millum ungfólk. Løgmaður tekur hetta við í ólavssøkurøðu síni og sigur m.a. soleiðis:

·Men summi ung tykjast vera fangað í eini marru. Tey droyma um at fóta sær og koma aftur á beint. Rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsla er gerandisdagur fyri alsamt fleiri av okkara ungu. Men higartil hava tey undir 18 ikki fingið viðgerð í Føroyum.

·Í 2017 er peningur játtaður til tvey viðgerðartilboð til ung: annað er stovnurin “Frælsið” á Eiði, og hitt er Blákrossheimið, sum fer at veita ungum eitt ambulant tilboð

·Mangan eru tað tó samansettir trupulleikar, sum elva til misnýtsluna. Tí verður eitt breitt viðgerðartilboð eisini skipað til ung undir 18

·Í næstum verður aðalorðaskifti um rúsdrekka- og rúsevnapolitikk, og hvussu vit tryggja dygdargóð viðgerðartilboð til øll, sum hava viðgerð fyri neyðini.

At enda sigur Magnus Rasmussen í sínum viðmerkingum til munnliga fyrispurningin, at tað er í hesum sambandi, at hann setir landsstýriskvinnnuni spurningin, hvørjar yvirskipaðar ætlanir landsstýrið hevur við rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluni í Føroyum, og um landsstýrið hevur ítøkiligar ætlanir á økinum fyri 2018.

Harleyfacadeacryl