Nú er mai 2026 farin um bak, og á Veðurstovu Føroya hava tey gjørt hann upp, hvussu hann royndist hann til veður.
Apríl endaði við góðveðri. Eitt hátrýst lág yvir okkara leiðum, og í Føroyum var gott várveður við lítlum vindi, klárari luft og næstan ongum avfalli. Hetta veðrið var eisini nakrar dagar inn í mai.
Eitt máttmikið hátrýst lág yvir øllum Evropa og havinum vestan fyri Evropa. Lágtrýstini sluppu tí ikki eystureftir men vóru verandi við eysturstrondina í USA og fóru norður í økið millum Kanada og Grønland.
Nakrar dagar eftir mánaðarskiftið fór hátrýstið yvir Evropa eystureftir, meðan hátrýstið yvir Asorunum stóð í stað. Lágtrýstini slupp at ganga allan vegin ímóti okkum og eysturum í góðar 2 vikur.
So hvørt sum lágtrýstini vóru farin eysturum sunnan fyri Føroyar, varð køld luft drigin norðan av leiðini við Norðpólin ímóti okkum. Hitalagið fór niður um 5 stig, og kavi legðist á fjallatindarnar og eitt sindur omaneftir.
Kalda luftrákið helt sær til miðjan mánað og 1-2 dagar afturat. Hátrýstið yvir Asornar viknaði og fór suðureftir, og yvir Evropa var trýstið lágt. Lágtrýstini høvdu frítt at fara eystureftir yvir um Atlantshavið, og tey komu bæði sunnan-, vestan- og norðaneftir ímóti Føroyum. Einki mynstur sást í veðurkortunum. Tey vóru nokkso óruddilig, og brúgvaløgini komu í trolhvørt við annað.
Tá ið ein vika var eftir av mai, sást eitt mynstur koma í veðurkortini. Hátrýstið yvir Evropa mentist aftur, og hátrýstið yvir Asorunum kom aftur og mentist. Lágtrýstini fóru at ganga í landnyrðing yvir Ísland ella eitt sindur nærri Grønlandi. Í Føroyum legði ættin seg millum sunnan og vestan, og okkurt brúgvalag fór framvið. Hitalagið fór upp í 10 stig.
Góða hátrýstveðrið helt sær ikki mánaðin út. Hátrýstið yvir Evropa viknaði aftur, og lágtrýstini kundu aftur ganga beint á okkum.
Vindferð
Ætt
Hitin
Miðalhitin í mai var 7,0 stig – mesti og minst máldi hiti vóru 12,3 og -0,4 stig, ávikavist. Miðalhitin tey seinastu 30 árini hevur verið 7,2 stig, so mai í ár var næstan sum hann átti eftir miðaltølunum at døma.
Seinast mai var líka, sum hann er í miðal, var í 1990. Síðan 1905 hevur mai bert verið “vanligur” 5 ferðir. Allar hinar ferðirnar hevur hann verið nakað væl kaldari ella lýggjari.
Nú vit eru í hagtølunum, kunnu vit taka við, at tann kaldasti mai síðan 1875 var í 1979. Tá var miðalhitin 4,7 stig. Tann heitast var í 1954: 9,9 stig. Seinastu 20 árini hevur miðalhitin í mai næstan annaðhvørt verið omanfyri og niðanfyri miðal.
Avfall
Tað regnaði 52,6 mm allan mai mánað í ár. Hetta er nakað minni enn miðaltalið fyri tey seinastu 30 árini (1995 – 2025), sum er 68,4 mm. Seinastu 20 árini hevur mai 15 ferðir verið turrari enn miðal.
Fara vit heilt aftur til 1875 at leita eftir turrasta maimánað, var hann í 1968. Tá duttu bert 13 mm av regni niður. Metið fyri vátasta mai mánað var í 1888 og í 2011: 166 mm! – meiri enn 4 ferðir meira regn enn í mai í ár.












