Nú tølini fyri mai mánaða fyriliggja er greitt Klaksvíkar Kommuna fekk næstan tvær milliónir krónurnur minni í kommunukassan pr. 31/5-09 enn somu tíð í fjør
Sambært nýggjastu tølunum frá Toll og skatt royndist Mai mánaði sera illa hjá Klaksvíkar Kommunu.
Mars mánaði helt nøkunlunda stand tá minkaðu skatta inntøkurnar bert 0,08 %.
Apríl minkaðu inntøkurnar næstan 3 prosent men Maj mánaði gjørdist eitt stórt skuffilsið.
Afturgongdin í skattainntøkuni var heili 14,46 % sum er met tí nærmasta fallið var í februar mánaða tá skattainntøkan fall 6,56 prosent.
Í krónum og oyrum fekk Klaksvíkar Kommuna 9,5 mill krónur inn í kommunu skatti í Maj mánaða ímóti 11,2 mill. kr. í mai 2008.




