Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Makan til grenj

Politikkur

Tveir persónar í andstøðuni eru konstruktivir, helt Annita á Fríðriksmørk í dag.

Annita á Fríðriksmørk helt fyri í løgtinginum í dag, at bara tveir persónar frá andstøðuni hava verið konstruktivir higartil í hesi løgtingssetuni.

Tey einastu sum hava verið eitt sindurkonstruktiv eru Bárður Kass Nielsen og Kaj leo Holm Johannesen.

Í dag eru ymisk mál fyri á løgtingi.Undir viðgerðini verða nógvar viðmerkingar sendar millumsamgongu og andstøðu. Undir viðgerðini av avtøkuni avsamdøgurfrádráttinum tók Anita á Fríðriksmørk orðið.

– Nú havi eg gjørt mær stóran ómakvið at lurta eftir andstøðuni, men har er einki alternativ ogeinki uppskot um, hvussu man skal gera innan nakað mál. Makan til grenj skal manleita leingi eftir. Teir einastu sum hava verið eitt sindurkonstruktivir higartil í andstøðuni eru fyrrverandi løgmaður,Kaj Leo Holm Johannesen og Bárður Kass Nielsen, segði Anita áFríðriksmørk undir viðgerðini.