Malan Berg, sum í 5 ár hevur arbeitt sum varaleiðari á Shellstøðini, er nú dagligi leiðari á Shellstøðini í Klaksvík.
Niclas Heri, sum hevur verið leiðari hjá Shell í Norðoyggjum er nú farin at arbeiða á høvuðsskrivstovuni hjá Shell, sum sølu- og marknaðarleiðari. Niclas Heri sigur í stuttari viðmerking, at Malan hevur haft ein týðandi leiklut í stóru framgongdini á Shellstøðini tey seinastu árini. Við sínum lætta lyndi, og einari ótrúligari orku, so hevur hon lært starvsfólkini góðan sølu-skikk og fingið kundarnir at trívast. Malan er sjálv sera spent uppá hesa avbjóðing. Handilin er júst útbygdur, og standa vit fyri nógvum spennandi útbyggingum – bæði í handlinum sjálvum, og men eisini á økinum rundan um støðina, tí eri eg sera spent uppá tær avbjóðingar sum liggja fyri framman.




