Hin 1. Juni tók Malan Berg við sum leiðari fyri Vøruhúsið í Klaksvík.
Malan er kend frá Magnstøðini í Klaksvík, har hon hevur starvast í mong ár, og verið varaleiðari. Vøruhúsið í Klaksvík er totalt endavent, og alla hesa vikuna eru nógv garrvill upplatingartilboð. M.a. verður øll summarvøra seld fyri hálvan prís og 20% verður latið í avsláttri av allari uttandura máling.
Tað var tann tíð tá Klaksvíkin hevði tveir stórar møbilhandlar. Seinastu árini hevur ongin møbilhandil verið, men nú er Vøruhúsið aftur fult av møblum. Vøruhúsið letur 25% í avsláttri av øllum møblum hesa vikuna.
Í stuttari viðtalu við Norðlýsið, sigur stjórin Jan Danielsen, at hann er sera fegin um at hava fingið Malan Berg sum leiðara. Hon hevur fleiri ára royndir innan handilsvinnuna, hon er røsk og har hendir nakað rundanum hana.
Jan vónar eisini at klaksvíkskingar taka væl ímóti Maluni og nýggja Vøruhúsinum í Klaksvík.




