Les her, hvat hon m.a. heldur um útlendsku nøvnini, og hvat ein skal hoyra hvønn dag á Summar Festivalinum.
– Vónandi verður kenslan av, at tað er ov langt millum snapsirnar hjá Twisted Sister ikki ov stór, sigur Malan Eyðunsdóttir m.a. í sínum ummæli av Summar Festival skránni í ár.
Malan Eyðunsdóttir hevur verið og er framvegis virkin tónleikari. Eisini hevur viðhvørt hon ummælt tónleik seinastu árini í eitt nú KVF. Á ársins Summar Festivali skal hon saman við hinum sangarunum í ”Flamma” vera við í framførsluni hjá Karl Martin í Ver Tjaldinum hóskvøldið. Tískil verður tann framførslan ikki tikin við í ummælið. Skráin er viðheft niðast í greinini.
1. Hvat dámar tær skránna. Hvat er gott, og hvar er okkurt, sum kundi verið betri?
Sum heild haldi eg, at skráin er á góðari leið. Har er okkurt til øll, og aftur í ár hava fyriskipararnir megnað at fingið nøkur rímuliga stór altjóða nøvn at framføra á festivalinum.
Twisted Sister er høvuðsnavnið í ár. Hetta er ikki ein háaktuellur bólkur, men hetta er ein bólkur, ið seinastu árini veruliga hevur fingið vind í seglini aftur. Teir hava ikki gjørt eitt beinleiðis ‘comeback’, men síðani stuðulskonsertina við World Trade Center í 2001 hevur stórur eftirspurningur verið eftir teimum. Teir spældu m.a. á Copenhell í ár, og har fingu teir góð ummæli. Teir spæla síni góðu, gomlu hitt, og teir duga veruliga at fáa lív í fjøldina. Móttøkan millum føroyingar var sera góð, tá SF kunngjørdi Twisted Sister, og teir fara óivað eisini at seta gott lív í fjøldina á Vágsbøi. Ein vansi er tó, at tey flestu kenna nokk bara hasi bæði hittini *We’re Not Gonna Take It” og “I Wanna Rock”, so vónandi verður kenslan av, at ov langt er millum spapsirnar, ikki ov stór.
So er tað fyribrigdið ‘Rock Icons’, ið nokk er nakað tað sama sum ‘Legends’, ið var í fjør. Sjálv haldi eg ikki, at tað er so spennandi at hava nærum sama konsept aftur í ár, og tá Joe Lynn Turner gongur aftur, so líkist tað ov nógv . Men konsertin við ‘Legends’ var sera væl eydnað, so tað er óivað tí, at fyriskipararnir hava valt eitt líknandi konsept aftur í ár. Tað positiva er, at Eric Martin úr Mr. Big er við hesu ferð. Hann umboðar eitt yngri ættarlið, so kanska fara ‘Rock Icons’ at røkka eini breiðari fjøld av áhoyrarum.
Burhan G, Anne Linnet og Basim eru hini útlendsku (donsku) nøvnini. Ikki nakað sum far meg beinleiðis upp at flákra. Burhan G er eitt tó at rættuliga stórt og aktuelt navn í Danmark, so tað er eitt fínt navn at fáa á Summarfestivalin. Eg loyvi mær tó at ivast í, hvussu nógvir herbúgvandi føroyingar kenna til Burhan G. Anne Linnet kenna øll, og hon livir avgjørt upp til ‘syngið við’ andan, sum Summarfestivalurin er so kendur fyri. Men Anne Linnet hevur verið á Summarfestivalinum fyrr, so tað er kanska ikki so forkunnugt. Basim hevur eisini verið fyrr, ja fleiri ferðir, men hann er nú aktuellur við Eurovision-sanginum ‘Cliché Love Song’, og kanska vendir hann sær serliga til teir yngru áhoyrararnar. Persónliga hevði eg tó heldur viljað sæð útlendsk nøvn, ið ikki hava verið á Summarfestivalinum fyrr.
Tað eru eisini nógv góð føroysk nøvn á skránni í ár. Byrta, ið er eitt tað heitasta navnið á føroyska tónleikapallinum í løtuni, spæla á Vágsbøi. Og við sínum stóra populariteti eru tey eitt sjálvskrivað navn á størsta tónleikapallinum í Føroyum. Tey hava spælt nógv í summar, og fólk hava tikið sera væl ímóti teimum. Teirra orkumiklu framførslur við vælsvingjandi elektropoppi fáa veruliga fólk at hoppa og syngja við, so tað verður óivað stúgvandi fult av glaðum og syngjandi fólki á Vágsbøi.
Eivør fer fyri fyrstu ferð at spæla á Summarfestivalinum. Og hóast hon hevur sínar røtur úr tónleikaumhvørvinum í Gøtu, ið onkursvegna er rættuliga anti-mainstream, so er hon vorðin føroysk fólkaogn, og er tí eitt sera upplagt navn til Summarfestivalin, sigur Malan Eyðunsdóttir.
2. Hvat skal man eftir tínum tykki uppliva hvønn dag?
Allir tríggir dagarnir hava okkurt gott at bjóða, og skráin er løgd soleiðis, at tú næstan kanst fáa alt við. So persónliga hevði eg roynt at hoyrt so nógv sum gjørligt.
Hóskvøldið eru tað sjálvsagt Twisted Sister og so ikki minst Byrta, sum eg haldi, at fólk mugu geva sær stundir til. Men Marius er eisini ein áhugaverdur bólkur, sum óivað fer at hava eina frálíka framførslu í Tjaldinum.
Fríggjakvøldið fara Eyðun, Terji og Kim heilt víst at savna nógv fólk á Vágsbøi. Vit føroyingar verða eftir øllum at døma ongantíð troytt av at syngja við til eitt nú Mítt Land, Eros og Maria. Aftan á teir kemur Burhan G so á pall, og tað skal sjálvsagt eisini upplivast. Eg gleði meg serstakliga nógv at hoyra Lenu Andersen, og seinni um kvøldið er tað so MC Hár, sum avgjørt skulu upplivast. Teir hava ikki spælt á SF fyrr, so eg ivist onga løtu í, at teir hava tilrættislagt eina helt serliga framførslu. Teir duga hattar har við at taka áhoyrararnar á bóli og at borðreiða við góðum undirhaldi.
Dynamit er nærum vorðið fast inventar á Summarfestivalinum, og teir hava fjøldina við sær. Hóast ummælarar og onnur tónleikakøn ikki hava so nógv gott at bera teimum, so ber ikki til at siga annað enn, at Dynamit er tann bólkurin, ið hevur sett mest lív í Vágsbø. Ung og gomul syngja við, og teir megna ferð eftir ferð at prógva, at teir duga tað, teir gera, til fulnar. So kunnu vit kjakast um góðsku, musikalitet og nýskapan. Undirhaldsvirðið er í topp, og løgini eru ikki longur bara fólkaogn millum klaksvíkingar.
Leygarkvøldið eru tað sjálvsagt Anne Linnet og Rock Icons. Fyri meg er tað serliga Eric Martin, ið dregur, og vónandi fer hann at framføra løg sum ‘Alive And Kickin’, ‘Vodoo Kiss’, ‘Just Take My Heart’ og ‘To Be With You’. Eivør er skal avgjørt upplivast fyri fyrstu ferð á Vágsbøi. Halleluja Sofus er eitt somikið størt ikon í Føroyum, at hann má bara upplivast. Chase við ‘Fyrstu ferð’, ‘Tú og eg’ og so teimum nýggju løgunum ‘ Gev mær mítt medisin’ og ‘Sannleikin’. Og so er tað Signar í Homrum. Eg var í Tjaldinum í fjør, tá hann framførdi, og tað var nakað heilt serligt. Tað var sera stuttligt at síggja, hvussu væl móttikin hann var, og tað verður óivað líka stuttligt í ár. Hann hevur veruliga sligið sítt navn fast sum einstaklingur, so hann skal avgjørt eisini upplivast hesu ferð, sigur Malan Eyðunsdóttir.




