Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, greiðir frá, hví kvinnulandsliðið hevur skift liðskipara.
Tá Føroyar í morgin spæla fyrsta EM undankappingardystin verður tað við nýggjum liðskipara.
Norðlýsið vendi sær til landsliðsvenjaran fyri at frætta um, hví liðskiparin á kvinnulandsliðnum (Og KÍ liðnum), Malena Josephsen, seinastu árini ikki longur er liðskipari á kvinnulandsliðnum. Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, sigur, at tíðin nú er komin til at skifta liðskipara.
– Vit byrja eina nýggja undankapping. Malena er 38 ár og vit halda, at tíðin var komin at skifta til ein yngri liðskipara. So vit hava valt Heidi Sevdal til liðskipara og Sigrun Kristiansen til vara liðskipara, sigur Jón Pauli Olsen við Norðlýsið.
Tá føroyska kvinnulandsliðið fyrr í ár spældi venjingardystir móti U19 landsliðnum hjá Íslandi var Heidi Sevdal eisini liðskipari, so heilt nýtt er hetta ikki fyri hana. Tá var bara Monika Biskopstøð og Olga Kristina Hansen frá KÍ við, meðan Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen og Eyðvør Klaksein nú eisini eru í hópinum.
Kvinnulandsliðið spælir fyrsta dystin leygardagin kl. 11.00 lokala tíð(kl. 10.00 føroyska tíð) móti Georgia. Kappingin verður spæld á Malta.




