Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Malena takkar fyri hesuferð

John William Joensen

Borgarstjórin í Sjóvar Kommunu, Malena Thomsen, stillar ikki upp aftur. Hon harmast um at áhugin fyri uppstilling ikki er størri

Tríggir av sjey kommunustýrislimum takka fyri seg og sambært borgarstjóranum hevur tað gingið heldur strilti við at fáa fólk uppá listan.

– Eg kom beinleiðis í borgarstjórasessin tá eg bleiv vald inn í kommunustýri og tí fekk eg eina harða byrjan.

– Men tíðin gongur skjótt og eg haldi at vit hava havt eitt sera gott samstarv í kommunustýrinum.

– Eg havi sera góðan hug til politiskt arbeiði, men av persónligum orðsøkum valdi eg fyri tíð síðan at takk fyri hesuferð.

Trupult at manna listan.
Til seinasta kommunustýrisval vóru trýggir listar uppstillaðir og tá var áhugin fyri uppstilling sera stórur.

– Fram til seinasta val varð nógv tosað um at fáa eitt skifti og tí var áhugin millum fólk sera stórur – men so er ikki hesuferð.

– Eg velji at tulka tað sum at fólk fyri stóran part eru nøgd við tað arbeiði, sum vit hava gjørt, men eg kundi tó ynskt at áhugin fyri at stillað upp var størri.

– Ein verður eisini uppringdur av Demokratia um at stillað kvinnur upp, men eg kann bara staðfesta at áhugin millum kvinnur fyri uppstilling er sera lítil.

Ikki meiriluti fyri samanleggin
Borgarstjórin sigur at í Sjóvar Kommunu hevur ongantíð verið meiriluti fyri samanlegging.

– Kommunan ræður yvir einum stórum økið og klárar seg væl sum sjálvstøðug kommuna.

– Um Skálafjarðartunnilin gerst veruleiki – so verða møguleikanir fyri menning størri – so eg ivist um undirtøka ella áhugi er millum fólk fyri samanlegging.

Valevni til Kommunustýri í Sjóvar Kommunu

Súsanna Andreasen, arbeiðskvinna, Skúlagøta 6, Selatrað

Bettina Christiansen, sosialráðgevari, Sjóvartún 15, Strendur

Poli Johannes Hansen, sølumaður, Fløtuvegur 70, Strendur

Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri, Strandatún 17, Strendur

Sóleyð Debes Joensen, námsfrøðingur, Fløtuvegur 76, Strendur

Tummas Eli Høj Joensen, sýnsmaður, Laðagøta 5, Strendur

Artur Johansen, skrivstovumaður, Lágarvegur 4, Strendur

Sonni Johansen, sølumaður, Eyrgøta 22, Strendur

Karis Justesen, flakakvinna, undir Torvbrekku 11, Strendur

Jóhan Petur Olsen, skipari, undir Torvbrekku 2, Strendur

Pól Jákup Poulsen, skrivstovumaður, Strandatún 18, Strendur