Tingið hevur – tíbetur – ikki samtykt nakað stavrað ella er dottið í ta grøvina at binda málið niður við politiskum fordómum.
Tingið hevur – tíverri – enn ikki viðgjørt mál- og mentanarpolitikk, sum er tann veruliga avbjóðingin og forsømda uppgávan
Høgni Hoydal
Tað er nú margháttligt. Meðan landið liggur í fullkomnum politiskum málloysi, gerst málið tað einasta politiska málið á dagsskránni. Ikki málpolitikkur og mentanarpolitikkur í 21. øld, sum jú er ein av týdningarmestu avbjóðingunum hjá okkum. Men stavraðið – og síðani eisini Navnanevndin.
Onki er at undrast á, at hetta fær nógva viðgerð, elvir til drúgt orðaskifti og ósemjur millum fólk og vekir sterkar kenslur. Og tað var fryktandi fyri, at orðaskiftið fór at leypa av lunnum, har politiskir fordómar, spjaldraseting og misskiljingar verða høvuðsinnihaldið – og vent verður aftur til stríð, sum eftir mínum tykki langt síðani eru vunnin og løgd afturum.
Var tíverri burturstaddur, tá málið um stavraðið var á tingsins borði, og havi síðani hildið meg aftur siga nakað alment. Til tess at sleppa undan eini øktari politisering av málinum – og fyri satt at siga ikki at varpa ov nógv ljós á ósemjurnar í Tjóðveldinum um innihaldið og gongdina í hesum máli. Tað var skeivt mett, tí eg kenni nú stóran tørv á at leggja meg út í orðaskiftið og gera mína støðu greiða:
Løgtingið ein málslig spennitroyggja
Eitt orðaskifti um stavrað og allar málsligar spurningar, skulu vit ongantíð ræðast. Men tað er ein fullkomin misskiljing og villleiðing, tá sagt verður, at Løgtingið hevur samtykt nakað stavrað, ella at løgtingsfólk og landsstýrisfólk skulu vera málsligir serfrøðingar og dómarar, ið skulu fortelja okkum, hvussu stavast skal, ella hvussu nøvn skulu stavast.
Tíbetur segði eitt samt Løgting: Nei! Tað skulu ikki verða Høgni Hoydal, Marjus Dam, Eyðgunn Samuelsen, Óli Breckmann, Bill Justinussen og øll hini, ið nú tilvildarliga sita á tingi, ið skulu avgera málsligar reglur, stavseting og aðrar málsligar lutspurningar. Ístaðin segði Løgtingið – eins og frálíka álitið um “Málmørk” mælir til – at vit skulu skipa eitt veruligt málráð, ið fær heimild til við góðum orðaskifti millum fakfólk at áseta rættskrivingarreglur og harundir spurningin um stavrað og annað.
Skuldi Løgtingið ásett málreglur, stavrað og stavseting, so høvdu vit bundið málið niður politiskt við øllum teimum fordómum, forðingum og undirbrotligheit, ið vit hava kent so dygt úr føroyska málstríðnum.
Løgtingið hevði beinanvegin aftur verið ein spennitroyggja, har málið ikki fær vaksið og livað og nútímansgjørt seg.
Vert er at minna á, at Løgtingið heilt fram til annan heimsbardaga, var ímóti, at føroysk skuldi vera undirvísingarmál og kirkjumál. Tá ein danskur ráðharri loksins broytti forboðið fyri at undirvísa á føroyskum í 1938, var framvegis meiriluti ímóti tí á tingi.
Navnanevndin stýrast úr tinginum?
Men eg veit, at nógv fólk halda, at tað er tingið ella landsstýrið, sum ásetur málsligar reglur. Eins og tá lagt verður eftir navnanevndini, sum verður skírd at umsita “ímóti tingsins vilja”.
Men navnanevndin hevur í lóg bert fingið álagt at “nøvn skulu vera í samsvari við føroyskar málreglur”. Og tað er so ein málfaklig og málfrøðilig meting, ið nevndin skal gera. Sjálvandi eru fleiri ymsar tulkingar millum fakfólk um føroyskar málreglur. Men at landsstýriskvinnan knappliga skal siga siga málnevndini, hvat eru føroyskar málreglur, vísandi til nakrar hugleiðingar hjá nøkrum tingfólkum, er í besta føri ein misskiljing av lóggávuvaldi og fyrisitingarvaldi. Vil onkur hava ta ásetingina burtur, um at føroysk nøvn skulu vera í samsvari við føroyskar málreglur, so er at føra tað fram á tingi. Men tað er ein heilt annar spurningur, har tey ið vilja broyta hetta, mugu hava boð uppá, hvørjar reglur so skulu galda – ella um nakrar skulu vera yvirhøvur.
Málmenningin eitt bragd
Tað ófatiliga bragdið, at føroyskt mál hevur livað og ment seg, er ikki Løgtinginum fyri at takka – tvørturímóti. Tað er øllum teimum ættarliðum, ið hava hildið málinum livandi fyri at takka. Og teimum leikfólkum, slóðbrótarum, málfólkum, granskarum, rithøvundum, blaðfólki, lærarum, yrkjarum, orðabókasmiðjum, kvøðarum, rock- og poppsangarum, troubadurum, málspælsframleiðarum, prestum, trúboðarum, atlas-smiðjum og so framvegis, ið ikki hava latið seg kísta av tí politiska valdinum, men hava ment málið ímóti øllum forsagnum og cost-benefit analysum.
Eg eri so burturúr errin av, at hendan tjóðin hevur megnað at hildið málinum livandi.
Taki als ikki undir við teimum, ið siga, at málið er bara eitt samskiftisamboð. Eitt mál er ein heilur heimur og málið er tað, sum skapar okkara heim, okkara samleika og fær okkum at taka umheimin til okkara. Í málinum liggja royndir og virðir hjá meira enn 40 ættarliðum. Milliónir av smálutum og skapanarmøguleikum, sum ikki høvdu verið, var okkara mál ikki livandi og endurskapað hvønn dag.
Okkara mál kann í dag hýsa nærum øllum heiminum, og vit kunnu sannkenna alt frá innastu kenslunum til nærumhvørvið, umheimin, onnur mál og mentanir gjøgnum føroyskt.
Málmenning og málstrev skapar frælsi
Tað er eitt øgiligt frælsi. Eitt frælsi, sum ikki minst stendur okkum í boði, tí nýirðir, nýggj hugtøk og fakorð verða skapað á føroyskum og at vit skilagott nýta tøkuorð, ið verða sett inn í føroyskar málreglur, bendingar og føll. Tað, sum summi hava skírt “málreinsan”, sum eitt ókvæmisorð, havi eg ongantíð skilt. Eg síggja hetta starvið – hóast eg ikki altíð eri samdur við øll uppskot – sum málmenning og at nútímansgera málið. Tey geva okkum eitt nógv størri frælsi at skapa okkara heim gjøgnum málið. Tað útihýsir ikki møguleikanum at nýta fremmandorð og stavsetingar, ið knýta seg at fremmandorðum. Vit hava frælsi at velja at brúka hugtøk sum lívfrøði og biologi – alt eftir samanhangi og stílvali. At rópa Frakland fyri France, um vit halda tað hóska betur í onkrum samanhangi.
Ein uppfunnin trupulleiki
Eg ivist ikki í, at tað var upprunaliga ætlanin hjá Sjúrði Skaale, tá hann grundgav fyri, at fleiri stavir skuldu nýtast í føroyskum. Men eg havi ikki hitt nakran, ið ikki heldur, at vit sjálvandi hava frælsi at brúka C og Q og Z og W. Um tey skulu setast inn í eitt løggildað stavrað, haldi eg at málfrøðingar og móðurmálslærara eiga at viðgera og taka støðu til – og tað fara tey sjálvandi at megna.
Men eg haldi, at hetta við stavraðnum er ein uppfunnin trupulleiki, ið verður aldur fram. Tað svarar nærum til, at allir leikarar vilja viðgera skapið á hornaflagginum undir einum fótbólstdysti, heldur enn at fara á vøllin og menna sítt egna spæl.
Tí við tí orðaskifti, ið hevur stungið seg upp í kjalarvørrinum á hesum, haldi eg, at ein nógv størri og grundleggjandi trupulleiki stingur seg uppaftur. Nevniliga hesin fordómurin um, at føroyskt er so trupult og stívrent. At tað skal vera so ringt at stava og fáast við – og at teknað verður ein keipumynd av nøkrum málsligum puritanarum, sum verða skírdir at vera ein forðing fyri okkara málsliga frælsi.
Haldi tað vera nakað forferdiligt fjas. Og at føra fram tey sjónarmiðini, er at styggja ungdómin burtur frá at menna málið og teir málsligu førleikarnar.
Hví skal føroyskt verða truplari at stava hjá ungdóminum enn tildømis enskt, franskt og týskt? Hvussu ber tað til, at nógv ung lættliga stava “weight”, “Schwarzkopf “ ella “champignon”, men trupult er at skriva “hevði fingið”?
Og hvussu ber tað til, at vit mangan hoyra ein setning millum ung sum “Íjøssus, hatta er so øgiliga føroyskt”? Hvar aðrastaðni kundi tú hoyrt onkran siga tað, tá ræður um mál. Fer ein svii at siga: “Hatta er alt ov svenskt”.
Málið skal eiga sess á øllum rongum
Hendan undirbrotligheitin, ið skapar fordómar, liggur sjálvsagt í tí, at føroyskt ikki enn eigur sess á øllum rongum. At føroyskt framvegis ikki er lógarsett sum almenna málið í Føroyum. At vit lesa alt ov lítið á føroyskum. At vit framvegis ikki hava nóg dygt undirvísingartilfar á føroyskum. At vit framvegis ikki hava veruligt føroyskt sjónvarp og teksting. At samskiftið um teldu og fartelefon í stóran mun ikki hevur føroyskt sum valmøguleika At vit ikki hava eitt Altjóða Fróðskaparsetur. At málið í bløðum og miðlum hjá professionellum fólki ikki er nóg nærlagt og umhugsað. Og mong, mong onnur økir, har málið má og skal mennast.
Vit vinna ikki á hesum við bara at vátta fordómarnar um, at føroyskt er alt ov trupult, ella at tað er avoldað og gamaldags. Vit skulu skapa karmarnar fyri at tað mennist. Og tað er hetta sum er mál- og mentanarpolitikkur eigur at snúgva seg um á tingi.
Og tí skulu vit nú fara aftur á beint og fara at viðgera álitið um mál og menning, umframt øll onnur mentanarpoltisk átøk.




