Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málið sum nú liggur í landsstýrismálanevndini kann ikki brúkast til at kanna løgmann

John William Joensen

Súsanna Danielsen, stjóri í Løgtinginum, sigur at í almenna orðaskiftinum hava fólk lindi til at blanda løgfrøði og politikk saman, men hetta er í veruleikanum tvey ymisk ting.

Súsanna Danielsen, stjóri í Løgtinginum, sigur at í almenna orðaskiftinum hava fólk lindi til at blanda løgfrøði og politikk saman, men hetta er í veruleikanum tvey ymisk ting.

Tað eru tveir háttir sambært galdandi lóg har møguleiki er at seta ein kanningarstjóra. Tingmenn kunnu við 14 undirskriftum fáa sett ein kanningarstjóra at kanna eitt ávíst mál.

Harafturat kann landsstýrismálanevndin heita á løgtingsformannin at seta ein kanningarstjóra, og tá áliggur tað løgtingsformanninum at gera hetta.

Málið sum í løtuni liggur í landsstýrisálanevndini er um leiklutin hjá Kára P. Højgaard, í samband við undirskriving av sokallaða break-free sáttmálanum og um handfaringina av upplýsingum frá Landsverk. Landstýrismála nevndin hevur sjálv valt at taka hetta málið upp, men hetta kann ikki brúkast til at seta ein kanningarstjóra at kanna handfaringina hjá løgmanni, tí tað hevur einki við hetta málið at gera. Skal landstýrismálanevndin kanna leiklutin hjá løgmanni, so má hon fyrst hava eitt mál til viðgerar um tann spurningin – og tað hevur hon ikki í verandi løtu.

Hóast løgtingið í gjár feldi uppskotið um misálit á løgmann, so er einki sum juridiskt forar fyri at tingið setur ein kanningarstjóra at kanna løgmann, men tað er púra greitt at tað tekur tíð, kanska eitt ella tvey ár – eingin veit. Tí blívir tað altíð ein politiskur spurningur og í slíkum málum er tað tann politiski viljin sum er avgerandi.