Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málið um brúkaragjøld á eldraøkinum verður reist í løgtinginum

Helgi Abrahamsen

Skulu brúkaragjøld á heilsu- og almannaøkinum merkja allan politikkin í Føroyum, ella skal tað bara galda fyri býráðspolitikkin hjá Tórshavnar kommunu?

Skulu brúkaragjøld á heilsu- og almannaøkinum merkja allan politikkin í Føroyum, ella skal tað bara galda fyri býráðspolitikkin hjá Tórshavnar kommunu? Tað vil Jenis av Rana, løgtingsmaður, hava at vita, nú nýggja býráðssamgongan í Havn hevur boðað frá eini nýggjari kós á eldraøkinum. Hann hevur tí sett Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, ein fyrispurning um tað.

Jenis av Rana spyr, um tað kann hugsast at eisini triði flokkurin í landsstýrissamgonguni, Javnaðarflokkurin, fer at verða við til at áleggja brúkaragjøld á eldraøkinum, soleiðis sum hinir báðir samgonguflokkarnir, Tjóðveldi og Framsókn, hava gjørt av í býráðssamgonguni í høvuðsstaðnum.

Hann vil eisini hava at vita, um vandi ikki er fyri, at nýggi politikkurin hjá teimum báðum samgonguflokkunum fer at órógva semjuna um nýskipan á pensjónsøkinum, sum arbeitt verður við í løtuni, og eisini spyr hann, um hetta ikki kann skapa ein ójavna millum pensjonistar, alt eftir hvar í landinum teir búgva.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Jenis av Rana, at hvørja ferð røddir hava verið frammi við uppskotum um brúkaragjøld, serliga á heilsu- og almannaøkinum, hava flestu føroyskir politikarar víst hesum aftur. Men nú tað frættist, at nýggja býráðssamgongan í Havn, har tveir av landsstýrisflokkunum eru partar, fer at áleggja brúkaragjøld á eldraøkinum, er spurningurin viðkomandi, um talan er um broyttan flokspolitikk, sum kann hugsast at fara at síggjast aftur í landspolitikkinum.

Fyrispurningurin er settur sum ein “§ 52 a spurningur”. Tað merkir, at landsstýriskvinnan skal bara svara skrivliga.