Ein ungur drongur hevur í dag viðgingið, at hann hevði spælt við eld, og í ósketni hevði hann burturbeint eina svávuldós við møguligum glóðum í, í ruskílætið. Tað stendur í tíðindaskrivið, sum Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur júst hevur sent út.
Kanningararbeiðið og avhoyringar í málinum hava staðfest, at eldurin var kyknaður í einum ruskílati í fløskurúminum.
Av tí at nevndi drongurin er so ungur, verður málið víðari viðgjørt av Barnaverndartænastuni. Politiið hevur sostatt ikki fleiri viðmerkingar til málið, stendur í tíðindaskrivinum.




