Vit hava brúkt allar kanalir sum vit hava atgongd til, men málið er sera fløkt, sigur Jørgin Niclasen
Tað ljóðar at Russisku myndugleikarnir krevja at føroysku myndugleikarnir veðhalda fyri skipinum og lastini – tvs. stilla garanti sum svarar til samlaða virði. Tað ljóðar eisini at føroyskir myndugleikar hava arbeitt við hesum í nakrar dagar, men at enn er einki hent.
Uttanríkisráðharrin onga viðmerking.
– Tað er ikki vanligt at eitt land stillar garanti fyri privat reiðarríðir – eg kann ikki komentera um russar hava kravt garanti fyri viðri á skipinum, men má vísa til Jacob Vestergaard, sum umsitur málið, sigur Jørgin Niclasen í stuttari viðmerking.




