“Eg havi biðið um at fáa málið á skrá, tá Trygdargrunnurin hevur fund aftur.” Tað sigur Herálvur Joensen, stjóri í Reiðarafelagnum, sum viðmerking til tað, ið Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, verður endurgivin fyri í Norðlýsinum í dag.
“Eg og Annfinnur sita báðir í nevndini fyri Trygdargrunnin, og tí er tað natúrligt, at vit taka málið upp har,” sigur Herálvur. Hann heldur ikki, at nevndin kann síggja burtur frá málinum, tá ein av nevndarlimunum alment sigur, at eitt rán fer fram í grunninum.
“Út frá tølunum, sum eg havi sæð, er eingin munur á, hvussu nógv verður goldið reiðaríum sum eiga virki á landi og teimum sum selja til onnur,” sigur Herálvur.
Fleiri meiningar í felagnum
Spurdur um hann heldur tað vera eina góða skipan, tá reiðarar selja sær sjálvum fiskin, uttan at onnur hava møguleika at bjóða, vil Herálvur ikki úttala seg vegna felagið.
“Limirnir hjá okkum eru ikki allir í somu støðu, og tí eru eisini fleiri meiningar um tann spurningin,” sigur hann.
Lutvíst samdur
Í samrøðuni við Norðlýsið segði Annfinnur Garðalíð, at vit áttu at avtikið revsigjaldið fyri at avreiða uttanlands, og heldur givið fleiri keyparum møguleika at bjóða uppá fiskin.
Herálvur Joensen sigur, at hann kann vera samdur í tí, at revsigjøld fyri at avreiða uttanlands eru ikki besta loysnin, men hvat alternativið skuldi verið, vil hann ikki úttala seg um.
“Hasin spurningurin er við í arbeiðssetninginum hjá nevndini, sum í løtuni arbeiðir við eini nýskipan av fiskivinnuni,” sigur hann.
Fastlønarsáttmáli er ein møgulig loysn
“Sjálvsagt er vandin ella mistankin altíð til staðar, um at manningin fær ov lítið burturúr, tá fiskur ikki verður boðin út í fríari kapping,” sigur Herálvur, “men í veruleikanum eru tað nógvar mekanismur, ið avgera prísin.” Hann vísir á, at ein fastlønarsáttmáli kundi møguliga verið ein loysn.
“Tann møguleikin hevur onkuntíð verið nevndur, seinast í sambandi við formansvalið í Fiskimannafelagnum, so har fara møguliga ting at henda,” sigur hann.




