Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Málini hjá Páll hava havt stórt virði

Jákup Ósá

Fyri stigini hjá KÍ var tað munandi betri, at Páll ”valdi” at skora síni mál móti EB/Streymi og NSÍ ‘’ístaðin’’ fyri at skora hattrik móti TB í stórsigrinum sunnudagin.

Síðani Páll A. Klettskarð kom aftur til KÍ í summar, so hevur hann verið eitt sindur inn og út av liðnum. Men tvær ferðir hevur hann skorað og bæði málini hava verið tey einastu í dystunum móti EB/Streyumi og NSÍ og góvu sostatt KÍ fulla úrtøku. Móti TB sunnudagin spældi Páll síðstu 30 minuttirnar, har hann hevði stórar málmøgleikar til at skora hattrik, sum hann sjálvur segði á FM1 eftir dystin í gjár. Tey málini høvdu ikki givið nøkur stig eyka, men tað góvu málini hjá Páll móti EB/Streymi og NSÍ.

Málið í gjár var mál nr. 107 í landskappingini fyri KÍ.