Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málmaðurin frá 1999 vitjar aftur

Oliver Joensen

Stephen Boyle, sum var málmaður hjá KÍ í 1999 tá KÍ við Tony Paris á odda vann "The Double", er komin til Klaksvíkar í føðingardag.

Norðlýsið frættir, at Stephen Boyle nú býr í New York, har hann saman við tveimum øðrum, rekur egið virki. Stephen spælir ikki fótbólt longur.
Í stuttum práti segði Stephen, at hann bert var komin higar at minnast gamlar dagar. Eg hevði eina ótrúliga góða tíð saman við KÍ í 1999 og ber tað mær til, so ætli eg mær at vitja aftur her umleið fimta hvørt ár.
Stephen Boyl var sera væl umtóktur árið hann var her. Umframt at hann var ein góður málmaður, so var hann barnavinur burturav, og tað munnu yvaleyst vera mong ung, sum tá vóru børn ið munnu minnast vælumtókta málmannin hjá KÍ frá 1999.