Karsten Hansen og Andras Gango skifta felag.
Málmanskabalin í Runavíkar Kommunu loyst
Karsten Hansen og Andras Gango fáa nýtt felag í mun til 2017.
Norðlýsið hevur fyrr í vetur skrivað, at tað helst fóru at vera broytingar millum málverjarnar í NSÍ og Skála. Tá var ógreitt, hvar málverjarnir Karsten Hansen (NSÍ), Andras Gango (Skála) og Tórður Thomsen (B36) fóru at spæla. Nú er greitt, at Skála fer at leiga Karsten Hansen fyri kappingarárið 2018 frá NSÍ, meðan Andras Gango fer at spæla við NSÍ, har hann fyrr í fleiri umførum hevur leikt. Tað boðar NSÍ frá í dag. Hetta merkir, at Tórður Thomsen framvegis stendur uttan felag og tí er ógreitt, hvar hann spælir og um hann spælir í 2018.


