Jóannes Christiansen 1969 – Oljumálningur – B: 91cm x H: 71cm – Minsta boð: kr. 40.000,00
Motivið er av toftanesi í Leirvík. Jóannis stendur innan fyri Salvaránna og málar barndómsumhvørvi sítt.
Sentrali skuggin í miðjuni er endin á longu lonini, sum einaferð var barnaheim hansara. Nú eru húsini burtur, og
hoyggjhúsendin stendur avskeplaður eftir í mun til upprunaliga sniðið, húsini høvdu. Aftan fyri sæst "Rekkjan" á Toftanesi, har "Steinur", systkinabarn Jóannisar búði í teim norðastu húsunum. Nú býr Poli í Tarti har einsamallur. Hann var giftur við dóttir "Stein". Kirkjuspírið sæst stinga upp í skuggan um Hvilvtenni(Sigatindi), og til vinstru í málninginum eru húsini hjá Kala-Linu, sum sonurin, Súni, nú býr í, og síðan síggjast nakrir av gomlu hjøllunum, sum onkur enn hýkur uppi.
TELEFON 757155




