Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málslig viðmerking – send okkum: Børn skreiða – ikki bussar

John William Joensen

Í Útvarpi Føroya varð sagt leygardagin, at ein bussur á flogleiðini “skreiddi” av vegnum oman fyri Kollafjørð, men hetta er ikki rætt, tí at skreiða er at lata seg glíða við vilja.

Svimjihøllin í Klaksvík hevur fyri stuttum fingið ta fyrstu stóru skreiðibreytina – ella økuna – í landinum. Í henni kunnu børn, og sjálvandi eisini vaksin, skreiða, sum er sera væl umtókt kring allan heim.

Tað at skreiða ella at aka merkir at lata seg glíða (við vilja) oman eina brekku, eina breyt ella líknandi. Harav navnið “skreiðibreyt” ella “øka”.

Vit kenna vendingina “at aka á skíð”, ið er tað sama sum at “skíða” ella “at standa á skíðum”.

Sambært Móðurmálsorðabókini hevur orðið “at skreiða” hesar týdningar:

skreiða skreiddi (sj. skreiðar -aði) s
 1 aka (t.d. á sletu, skoytum o.tíl.) á ísi ella í kava
 2 glíða, aka, hann skreiðir niður av sátuni (letur seg glíða)
 3 (stb.) klippa el. skera (e-t) á skráan (við líðandi sneiðing)


Sera óvanligt at
bussar skreiða

Vendingin, sum brúkt varð í ÚF, “at bussurin skreiddi av vegnum” er tí heilt skeiv, tí tað gevur tann týdning, at bussførarin við vilja lat bussin glíða av vegnum – tað er jú púra burturvið og hevur einki við veruleikan at gera.

Rás2 og Sosialurin brúka eina aðra orðing, sum er púra røtt, nevniliga “at bussurin fór út av vegnum”.

Lurtari hevur latið okkum hesa viðmerking, sum við hesum verður borin víðari.