á Borg á Argjum á mortansmessu 2015
Alfabetið hjá Sprokforeiningini
Málsligt lógloysi
MÁLBLANDARARNIR: Nú vóru teir aftur, málblandararnir. Upprunaliga vóru tað bert nakrir fáir ”grumpy old men”, sum ætlaðu at gera seg inn á mergin í móðurmálinum. Harmiligt at síggja, at okkurt konufólk eisini er farið upp í danskliga grátikórið.
ÓRÓGVA HÚSFRIÐIN: Nú í heyst fóru tey so langt, at tey sendu sítt heimagjørda, óføroyska stavrað inn um hvørja húsagátt í landinum!
IKKI RÆTTLISIÐ: Ódámligt at síggja danismur og onkra stavivillu í einum málriti, sum verður sent í hvørt hús!
”Orðaskifti” ella ”kjak” nevna tey ”debatt”. Síðani skriva tey ”dagligdagur”. Hatta er ikki føroyskt; á føroyskum eitur tað ”gerandisdagur” ella ”yrkadagur”.
Hjá ”Lóður” skriva tey. Skal vera ”Lóðri” í hvørjumfalli. Benda tit ikki í Foreiningini?
”Sítt tilmælið” skriva tey eisini. Har skal einki ð vera.
Málfrøðingarnir í sama grátriti tykjast vera í so fegnir um bindistrikur: ”fremmandaorð” skriva teir ”fremmanda-orð”, ”mentanarnevnd” skriva teir ”mentanar-nevnd” og ”rættskrivingarreglunum” skriva teir ”rættskrivingar-reglunum”. Veit ikki, í hvørjum skúla hatta verður lært!?!
Annars siga hasir málfrøðingarnir, at ”sentimetur” skal skrivast “cm”, men at ”sement” og ”sitat” verða skrivað við ”s”! Illa stendur til við stavingini, sum nú er. Við málsliga lógloysinum verður hvaðna verri.
FØROYSK FÓLKANØVN: Foreiningin skrivar, at ”tey føroysku fólkanøvnini krevja fult alfabet”. Ja, har fullspotta tey seg sjálv, sum orðið sigur. Tað, at danskt yvirvald í Føroyum á sinni noyddi føroyingar at skriva ”Jacob” (Jákup), ”Carl” (Karl), ”Zacharias” (Sakarias / Sakaris), ”Victor” (Viktor), ”Åge” (Áki), umframt dansklig kvinnunøvn, margháttliga smíðað donsk eftirnøvn o.s.fr., skal tað í 2015 vera grundgeving fyri at fáa donsku bókstavirnar inn í okkara føroyska stavrað? ”En røst fra graven”! Halga fávitska!
QUILLING, JÚTTA MÚLLER, TÓR og ÅGE SKAALE: Q skal við í stavraðið, tí onkur útlendingur í Føroyum í gomlum døgum æt ”Quilling”. Foreiningin má ikki útihýsa teimum føroyingum, sum standa nevndir í yvirskriftini. Hasi mugu sleppa við í stavraðið. Tit mugu víðka stavraðið við týskum u við tveimum prikkum yvir, við íslendskum thodn og við donskum å ella kanska aa! Ziska og Wenzel eru slopnir við, síggi eg. Kanska tí, tit kenna teir!? (Hammershaimb hevði annars ikki dupult v).
MÁLRÁÐIÐ: 8 málkønir málvinir av 11 vilja varðveita okkara føroyska stavrað. Hví? Jú,tí endamál ráðsins er at røkja, menna og verja føroyska málið. 3 limir av 11 vilja ikki verja borg (ikki verja okkara viðbrekna mál) á bókstavaøkinum. 8 av 11 er ein sera stórur meiriluti. STUÐLARNIR: Eitt sindur óhugnaligt og ræðandi at síggja fleiri fólkavald seta sítt navn undir sum stuðlar hjá blandingsstavraðnum! Tit stuðla trimum av ellivu í hesum valda ráði!?! Okkurt eitur fólkaræði (demokrati). Hugstoytt, sera hugstoytt!
HEIMSINS MONGU STAVRØÐ: Stavrøðini eru mong í tali kring heimin. Í fólkaskúlanum læra vit fyrst og fremst hesi trý: føroyskt, danskt og enskt, men vit mugu ikki blanda tey saman. Latið okkum heldur vera errin av okkara serstaka, føroyska stavraði, sum t.d. hevur bókstavin ”fyrra a”. Tað hevur helst einki annað stavrað.
FYRRA A: Í Pisubókini søgdu vit ”fyrra a, apa”. Onkustaðni havi eg sæð ”a sum appilsin”. Tað er eitt sindur óheppið, tí so missa vit ”fyrra a” ljóðið. Tykkara ólógliga stavrað hevur tó bæði apu og abba, og tað er ikki so galið, men onkur vil vera við, at hatta er ”a sum afturpartur”.
Ð: Tykkara ”lítla edd” er broytt til d, so har stendur helst ”skíd” í staðin fyri ”skíð”. Gott er; hatta er bara ein føroyskur bókstavur. Tað hevði helst verið verri, um t.d. útlendska ”kuið” var bronglað.
I: Mær hevði dámt betur, um prikkur varð settur yvir ”stóra i”, tí ”stóra I” og ”lítla l” eru líkir stavir. Tað er so ikki tykkara skyld.
W: Vesi, ”dupult v”? Løgið!
Y: Har mugu tit hava tvey ”y”. Fyrst tað føroyska ”seinna y”, sum yvirskegg, síðani tað danska-grikska ”y” (ypsilon), sum verður brúkt í støddfrøði, og sum nógvir føroyingar brúka skeivt í føroyskum orðum, t.d. krydd.
Æ: ”Seinna æ”. Okkurt barn spyr helst, hví veðrur ella veðurlamb stendur hjá ”æ”.
Góðu tit í ”Málfelagnum”! Verið nú hampilig og latið okkara móðurmál fáa frið! Gevist eisini við júkingini um skert stavrað og útihýstar bókstavir! Hasir stavirnir eru útlendskir og hava ongantíð verið í føroyska stavraðnum!
Hví seta tit ”móðurmálinum at frama” aftan fyri Málfelagið? Har má okkurt broytast.
Góðar tekningar annars.
E.S.: Tann fúkandi óði stjórnmálafrøðingurin fær eisini eina lítla kvøðu seinni, somuleiðis stavblandaraopnan í ”Sosialinum”.
E.E.S: GEKKURIN í SVF! Gott í tykkum! Tit í tjóðarkringvarpinum hava skyldu til at broyta útlendska geksstavraðið til føroyskt stavrað! Hatta hevði ikki borið til aðrastaðni.
Við føroyamálskvøðu
Eyðun á Borg




