Malta lat dyrnar upp fyri tí nógva fólkinum, sum vitjaði í Hirtshals um vikuskiftið 01. august.
Hvørt summar í endanum av juli mánaða, er fiskarímessa/fiskafestivalur í fiskivunnubýnum Hirtshals, í Norður Jyllandi. Messan byrjar hósdag við fyrilestrum og framsýningum innan fiskivinnuna. Her spælir Norðsjóardepilin í Hirtshals við sínum granskingradepli ein stóran leiklut.
Leygardagurin er hæddarpunktið, tá gongugøtan, sum strekkir frá rundkoyringini og oman til Grønneplads og stóru havnatrappuna, broytist til eitt fólkahav. Fólk allastaðni frá í Jyllandi, Norra og Svøríki, og eisini føroyingar, koma til Hirtshals henda fiskaleygardagin.
Á báðum síðum á gongugøtuni eru søluskúrar/sølutjøld sett upp, har tær mongu og ymisku fiskivinnufyritøkurnar í býnum vísa fram sínar merkivørur, og eisini er høvið at taka til sín eina trivaliga smakkiroynd. Hetta er stak hugnaligt, og fyritøkurnar eru so nógvar, at tú kann saktans eta teg mettan oman eftir gøtuni við at taka av smakkiroyndunum.
Eisini er uppisøla av fiskavørum, har almenningurin sleppur at bjóða upp á alskins sløg av fiskiúrdráttum. Tvey tjøld eru sett upp við stórari fiskabúffé. Fiskaleygardagurin er samstundis eitt reklamuátak hjá fiskivinnufyritøkunum í Hirtshals, sum kemur væl við.
Malta opið hús
Anna og Hans Djurhuus, sum hava verið fyristøðufólk á Malta síðani 2011, valdu at lata ljóð eisini hoyrast úr Malta. Tey settu eitt stórt skelti út á vegin, har bjóðað varð til opið hús við drekkamunni, køkum og góðum tónleiki á stórskýggja. Væl yvir hundrað fólk vitjaðu inn á Malta hesa tríggjar dagarnar. Tey fingu eitt gott prát, onkran góðan lesna í hondina, afturvið einum góðum drekkamunni.
Tey høvdu lagt ein reyðan leypara frammanfyri høvuðsdyrnar og annars skrýtt við livandi ljósum og blómuprýði, so tað sá innbjóðandi út hjá fólki, sum kom framvið – hetta kann man kalla at vera ein samkoma fyri fólki!




