Malta vann venjingardystin móti Føroyum, men føroyingar mundu gjørt eitt framúr ”comeback” í seinna hálvleiki.
Ryan Fenech, Michael Mifsud og Jonathan Caruana løgdu Malta á odda 3-0. Men spenningur kom aftur í dystin, tí seinastu løtuna skoraðu Føroyar tvær ferðir. Fyrst Hallur Hansson og síðani Rógvi Baldvinsson syrgdu fyri, at seinastu 5-7 minuttirnir blivu spennandi. Men einki mál kom afturat og sostatt vann Malta 3-2.
Lars: Føroyar nógv betri
Við Portalin sigur Lars Olsen, at Føroyar vóru nógv betra liðið í dystinum.
– Málini til 2-0 og 3-0 koma eftir stór mistøk frá okkum mitt á vøllinum, og tað er spell, tí sæð yvir 90 minuttir haldi eg, at vit vóru klárt betri enn teir, segði Lars Olsen eftir dystin.




