Bara einaferð fyrr í søguni er tað hent, at HB hevur skorað færri mál eftir 15 umførum.
Bara einaferð fyrr í søguni er tað hent, at HB hevur skorað færri mál eftir 15 umførum.
15 umfør eru leikt í Effodeildini. Hjá einum av FM favorittunum HB, so hevur árið ikki eydnast eins væl og væntað. Liðið er úti av steypakappingini og í landskappingini er liðið á 4. plássi, ið er 3 pláss lægri enn tað, ið málsetningurin var hjá felagnum undan kappingini. Ikki tí, munurin upp til 1. pláss er ”bara” 5 stig, so tað kann røkkast enn.
Stóri trupulleikin hjá HB í ár hevur verið málskjótingin. 22 mál hevur HB skorað higartil í kappingini. Og tað er søguliga lágt fyri felagið. Tí bara einaferð í søgu felagsins, so hevur HB skorað færri mál eftir 15 umførum. Tað var í 2011, tá HB hevði skorað 21 mál. Sama ár var HB bara 2 stig frá at flyta niður.




