Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málverjarnir komnir uppá pláss

Jákup Ósá

KÍ hevur fingið málverjarnir í hópinum uppá pláss til hópin í 2015.

KÍ hevur fingið málverjarnir í hópinum uppá pláss til hópin í 2015.

Kaj Dam sigur, at Effohópurin hjá KÍ nú hevur fingið málmansspurningarnir í hópinum svaraðar, tí tveir málverjar hava gjørt sáttmála við felagið.

34 ára gamli Meinhardt Joensen hevur havt eitt gott kappingarár í ár, og nú er greitt, at Meinhardt heldur fram í KÍ. Nevnast kann, at Meinhardt eins og KÍ leikararnir Atli Danielsen, Evrard Blé og Jonas Flindt Rasmussen áður hevur havt Mikkjal K. Thomassen sum venjara í B36.

19 ára gamli Fríði Sigurðsson hevur eisini gjørt sáttmála við KÍ. Fríði hevur landsdystir hjá bæði U19 og U17 landsliðnum og vardi í ár málið hjá 1.deildarliðnum hjá KÍ umframt, at hann var eyka málverji hjá Effoliðnum.

Harleywoodpaint