Flestu munnu minnast unga normannin, David Liland, sum kom til Føroya at kappast um heimsmeistaraheitið i egning í2005.
Í løtuni er kapping í Kjøllefjord í Norðurnoregi um norska meistaraheitið í egning. Tað bar ikki Davidi Liland til at vera við, orsakað av skúlagongd, og í staðin hevur mamma hansara Ingibjørg Liland bjóða seg fram í kappingini.
Aftaná kappingina um norska meistaraheitið, fer okkara John Havn Rasmussen at kappast um heimsmeistaraheitið í egning.
Seinni í kvøld fer John Havn til Båtsfjørðin umborð á Vesturvón, sum kemur eftir honum har og fiskiloyvi at fiska í russiskum sjógvi.
Meir um egnikappingina seinni.




