Skelkandi klumma, sum dóttur skrivar um mammu sína og vælferðarríkið Danmark, sum vælferðin vildi bjarga men ístaðin rendi út í óføri við bara at geva eftir
Jógvan við Keldu:
Grein skrivað av Karina Pedersen, sum gongur á Keypmannahavnar Universiteti. Hon skrivar til teirra, sum halda, at vælferðarríkið er loysnin á fátakdómi okkara og neyð: Les hesa skelkandi men áhugaverdu grein við umhugsan inni á www.keldu.com
Mamma mín og vælferðarríkið
Skelkandi klumma, sum dóttur skrivar um mammu sína
og vælferðarríkið Danmark, sum vælferðin vildi bjarga
men ístaðin rendi út í óføri við bara at geva eftir
Hon fer aftur til árið 1981. Foreldrini vóru júst tá fráskild, og mamman hevði fingið eina fimmrúma-íbúð í sosialari bygging. Einsamøll við fimm børnum, kemur hon saman við øðrum partnara, sum onnur vilja kalla kommunan, sum alt í alt fær víðfevndar fylgjur fyri tey flestu í familjuni.
Mamman, sum er advokatskrivari byrjar at leggja seg í songina tað mesta av fyrrapartinum, og tað sum er eftir av degnum fer til at drekka í, sum fremur tey úrslit, at kommunan sendir eina eykamammu, sum kemur hvønn morgun. Hon syrgir fyri, at børnini koma í klæðini, gevur teimum at eta og fær tey í skúla.
Sum árini ganga, venur mamman seg til, at næstan óansæð, hvat hon tekur sær fyri, stendur kommunan klár at hjálpa.
Kommunan roynir at fáa henni arbeiði, men støðan er tann, at hon longu hevur eitt gott arbeiði við góðari løn. Arbeiði hjá henni er at gera seg so hjálparleysa og syndarliga sum gjørligt.
Karina Pedersen endar sína sera álvarsligu men áhugaverdu klummu við hesum orðum:“Måske var min mors fattigdom først og fremmest et barn av åndelig og ikke materiel nød? Det ville forklare, hvorfor alle kommunens redningsforsøg kun frembragte ét resultat: 1-0 til dem af os som ikke mener, at velfærdsstaten har bevist sin eksistensberettigelse.”
Kelda: 180grader
Greinin stendur í fullum líki inni á www.keldu.com




