Tað var Jonelisa Rasmussen, sum er kona og mamma eigararnar, sum fekk heiðurin at doypa skipið
Tað var Jonelisa Rasmussen, sum er kona og mamma eigararnar, sum fekk heiðurin at doypa skipið og eftir at hava givið skipinum navn, klipti hon ein snór og í somu løtu, sum fløskan knústist móti skipssíðuni fór skipið glíðandi oman eftir dráttinum.
Jón Rasmussen sigur at tað var flott og stórsliði at síggja hetta stóra skipið fara við ferð oman eftir dráttinum. Tá skipið tók sjógvin var fýrverk skotið av skipinum.
Sí myndir
Um nýggju Norðborg
Sáttmálin, sum P/F Hvalnes skrivaði undir við Chiliensku skipasmiðjuna, er tann størsti nakrantíð í føroyskar fiskiskipasøgu.
Hann er upp á heilar 250 milliónir krónur og er skipið á stødd við Atlantic Navigator.
Atlantic Navigator var 94,6 m langur og 18,5 m breiður og nýggja Norðborg er 83,6 m langur og 18,4 breiður.
Hann kann framleiða burturúr 500 – 600 tonsum av rávøru um samdøgri.
Manningarrúm eru til 28 fólk í 22 kømurum við wc,brúsu og øðrum hentleikum.
Høvuðsmotorurin 8000 hk og ljósmotorurin er 3400 hk.




