Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mammubólkur 30 ár á baki

Jóhann Lützen

Í 1990 hendi tað sermerkta, at 7 børn komu til verðina á føðideildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi innanfyri 10 dagar seinast í november. Mammurnar hava hildið saman í mammubólki líka síðani, og í hesum døgum eru tað 30 ár síðani, at tað hendi. Tey fyrstu 15 árini vóru børnini við, og mammurnar hava ikki mist vónina um, at tey einaferð aftur koma við í mammubólkin. Tí mammubólkurin heldur saman enn.

Bólkurin hevur skiftst um at vera “vertir”, men mammurnar eru á einum máli um, at tað er Kamala Langgaard, sum er drívmegin og tann, ið hevur hildið bólkinum saman øll árini. Nú um dagarnar fylla børnini 30 ár, og tað hevur við sær, at tey øll eru flogin av reiðrunum og summi teirra hava gjørt mammurnar til ommur. Ja, tær hava fingið 15 ommubørn og hetta hevur bara givið bólkinum enn meira at tosa um.

Í byrjanini var talan um ein “veruligan” mammubólk, har ein heilsusystur var við og tosaði um blæur, mat, svøvn hjá børnum og so framvegis. So hvørt sum børnini vuksu til, hevur samtaluevnið broytt seg til at handla um, hvussu tað er hava tannáringar og nú um, hvussu tað er at hava ommubørn. Men bólkurin er eisini sosialur á aðrar hættir; eitt nú hava tey gjørt útferðir til Hattarvíkar og Gøtu saman.

Mammurnar eita Kamala, Ella, Amanda, Tina, Marjun, Gudny og Ansi, og tær minnast aftur á, at ein av døgunum, tær vórðu á Føðideildini í Klaksvík um mánaðarskiftið november-desember í 1990, vóru heili 8 nýføðingar á deildini.

Børnini vóru eisini drúgv at koma við í mammubólkin. Líka fram til 2005 komu børnini við, og soleiðis vóru tey væl og virðiliga komin upp í tannárini, áðrenn tey vuksu frá at koma við mammunum í bólk. Mammurnar eru framvegis ikki vaksnar frá tí enn, og tær tosa nú um at halda áfram við bólkinum í 30 ár afturat.

Lesarin má bíða eftir útgávuni av Norðlýsinum fyrst í desember 2050 fyri at vita, um bólkurin framvegis heldur tørn, men sum nú er, er onki sum bendir á, at nøkur fer at falla frá enn á sinni.