Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mánadagur 13. desembur

John William Joensen

Ráðgevari Mín: " Harrin er… ein borg á neyðartíðum." Sálm. 9,10


9. SÁLMUR


1 Til songmeistaran. Eftir mutlabbén. Sálmur. Eftir Dávid.
2 Eg skal takka HARRANUM av øllum hjarta mínum, kunngera øll undur Tíni,
3 gleðast og frøast í Tær, lovsyngja navni Tínum, Tú hin hægsti
4 – tí fíggindar mínir víkja, falla og ganga til grundar fyri ásjón Tíni.
5 Ja, Tú hjálpti mær til rætt og dóm, Tú setti Teg í hásætið sum rættvísur dómari!
6 Tú straffaði heidningarnar, forkomst hinum gudleysu, navn teirra strikaði Tú út í allar ævir.
7 Burtur er fíggindin, oyddur í allar ævir, býirnar hevur Tú brotið á grund – eingin minnist teir longur!
8 Og HARRIN situr í hásæti allar ævir, Hann reisti hásæti Sítt til dóms;
9 Hann dømir jarðarríki við rættvísi, fellir dóm yvir fólkasløg við rætti.
10 HARRIN er hinum kúgaða ein borg, ein borg á neyðartíðum.
11 Tey líta á Teg, tey, sum kenna navn Títt; tí Tú hevur ikki svikið tey, ið søkja Teg, HARRI!
12 Lovsyngið HARRANUM, sum býr á Zion, kunngerið millum fólkini tað, ið Hann hevur gjørt!
13 Tí Hann, sum hevnir blóð, minnist hini ørmu, Hann gloymir ikki róp teirra.
14 Ver mær náðigur, HARRI, hygg tað, ið eg má líða av teimum, ið hata meg, Tú, sum lyftir mær upp frá portrum deyðans,
15 fyri at eg skal kunngera alt prís Títt í portrum dóttur Zions, rópa av gleði um frelsu Tína.
16 Heidningarnir sukku í grøvina, teir gróvu, fótur teirra kom fastur í garnið, teir settu!
17 HARRIN varð opinberur, Hann helt dóm; Hann letur hin gudleysa verða fastan í hansara egna handaverki. – Higgajon. Sela.
18 Í deyðaríkið fara hini gudleysu niður, allir heidningar, ið gloyma Gud.
19 Tí ikki skal hin fátæki allar dagar verða gloymdur, ikki skal vón hinna eyðmjúku í allar ævir verða til einkis.
20 Reis Teg, HARRI, lat ikki menniskju verða við yvirlutan, lat heidningarnar verða dømdar fyri ásjón Tíni!
21 Slá teir við ræðslu, HARRI, lat heidningarnar sanna, at teir eru menniskju! – Sela.