Ráðgevari Mín: "HARRI Gud mín, hjá Tær søki eg mær skjól!" Sálmur 7,2
Sálmarnir – 7. Kapitul 2 HARRI Gud mín, hjá Tær søki eg mær skjól, frels meg og bjarga mær frá øllum, ið liggja eftir mær, 3 so at fíggindin ikki eins og leyva skræðir sál mína sundur, rívur hana burt, uttan at nakar bjargar! 4 HARRI Gud mín, havi eg borið meg so at, er órættur í hondum mínum, 5 havi eg lønt honum við illum, sum livdi í friði við meg, ella gjørt teimum skaða, sum uttan grund vóru óvinir mínir 6 so elti fíggindin sál mína og fái hana aftur, traðki lív mítt til jarðar og leggi æru mína í dustið! Sela. 7 HARRI! Reis Teg í vreiði Tíni, rís upp móti øði fígginda mína, vakna, mær til hjálpar Tú hevur jú givið boð um dóm! 8 Lat fólkasløgini savnast rundan um Teg, og far Tú yvir teimum aftur upp á hæddina! 9 HARRIN heldur dóm yvir fólkasløgum. Lat meg náa rætti mínum, HARRI, eftir rættvísi míni og sakloysi mínum, sum í mær er! 10 Ger enda á óndskapi hinna gudleysu, og lat hin rættvísa standa fastan! Tú ert jú tann, ið rannsakar hjørtu og nýru, rættvísi Gud! 11 Skjøldur mín er hjá Gudi, sum frelsir hini sannhjartaðu. 12 Gud er rættvísur dómari og Gud, ið vreiðist hvønn dag. 13 Vendir
1 Songur. Eftir Dávid. Hann sang hann fyri HARRANUM av orðum Kuss Benjaminits.
14 ger til reiðar móti honum drepandi vápn; pílar Sínar ger Hann brennandi.
15 Hygg
, nú føðir hann misgerð, hann gongur við vanlukku og føðir lygn!16 Grøv hevur hann grivið og gjørt hana djúpa; men hann fellur sjálvur í grøvina, sum hann hevur gjørt.
17 Vanlukkan, sum hann hevði í huga, kemur yvir hansara egna høvd, og órætturin, sum hann ætlaði at volda, rámar hann sjálvan í hvirilin.
18 Eg skal takka HARRANUM fyri rættferð Hansara, lovsyngja navni HARRANS, hins hægsta.




