Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mánamyrkingin í nátt – men sæst hon?

Hanus Kjølbro

Tað er í nátt, at full mánamyrking er. Mánin fer at vera aftan fyri Jørðina – einki ljós av sólini sleppur beinleiðis at mánanum. Partar av sólarljósinum boygna tó um jørðina og sleppa til mánan. Tað eru bert tær reyðu strálirnar, sum koma til mánan, tí fer hann at síggjast reyður. So er tað spurningurin, um vit skulu seta telefonina at vekja okkum mitt á nátt – fara vit at síggja nakað?Í dag eru okkara leiðir fjaldar undir einari kuldabrúgv. Kuldabrúgvin strekkir seg allan vegin úr Jan Mayen í norðurhøvum og suður til Írlands. Undir einar slíkari kuldabrúgv er úrdráttur – og tað regnar eisini í Føroyum í dag. Saman við regninum er vindur úr suðuri.Hetta veðrið fer at halda á allan seinnapartin í dag. Í kvøld fer at tynnast í skýnum oman fyri okkum, og regnið fer at minka niður í einki. Glopp fara at vera upp ímillum, soleiðis at onkur glotti verður. So er tað spurningurin, hvussu klárt tað verður í nátt klokkan 3. Mánamyrkingin sæst eitt lítið sindur vestan fyri sunnan eini 20 stig oman fyri sjónarringin. Tað verður spennandi. Livst so spyrt.

 Tað er í nátt, at full mánamyrking er. Mánin fer at vera aftan fyri Jørðina – einki ljós av sólini sleppur beinleiðis at mánanum. Partar av sólarljósinum boygna tó um jørðina og sleppa til mánan. Tað eru bert tær reyðu strálirnar, sum koma til mánan, tí fer hann at síggjast reyður. So er tað spurningurin, um vit skulu seta telefonina at vekja okkum mitt á nátt – fara vit at síggja nakað?

Í dag eru okkara leiðir fjaldar undir einari kuldabrúgv. Kuldabrúgvin strekkir seg allan vegin úr Jan Mayen í norðurhøvum og suður til Írlands. Undir einar slíkari kuldabrúgv er úrdráttur – og tað regnar eisini í Føroyum í dag. Saman við regninum er vindur úr suðuri.

Hetta veðrið fer at halda á allan seinnapartin í dag. Í kvøld fer at tynnast í skýnum oman fyri okkum, og regnið fer at minka niður í einki. Glopp fara at vera upp ímillum, soleiðis at onkur glotti verður.

So er tað spurningurin, hvussu klárt tað verður í nátt klokkan 3. Mánamyrkingin sæst eitt lítið sindur vestan fyri sunnan eini 20 stig oman fyri sjónarringin.

Tað verður spennandi. Livst so spyrt.