Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manchester City enskir steypavinnarar

Danial Viðoy

Manchester City megnaði fyri løtu síðani at vinna 3-1 á Sunderland í ensku Liga Cup finaluni og har við ein sniðveg út í Evropa, um tað ómøguliga hendir, at City ikki fer at verða millum fimm tey fremstu liðini í Premier League. – Tað byrjaði ikki so væl, men í seinna hálvleiki gjørdu stjørnurnar úr Manchester City bart.

Manchester City Liga Cup vinnarar 2014: Fabio Borini legði Sunderland á odda tíðliga í fyrra hálvleiki. Støðan helt sær til hálvleiks.

Men í seinna hálvleiki beit City alvorliga frá sær. Í 55’ minutti javnaði Yaya Toure við einum frálíkum skoti úr 35 metrum og tveir lítlar minuttir seinni høgdi Samir Nasri bóltin í málið til til 2-1. Næstan eins gott og tað hjá Toure.

Í 90’ minutti staðfesti Jesus Navaz sigurin til endaligu støðuna 3-1.

Kappingarárið hjá Manchester City hevur verið gott higartil í ár. City liggur í løtuni á fjórða plássi, men hevur spælt tveir dystir færri enn flestu liðini. Tað eru seks stig upp til Chelsea, so City er so sanniliga partur av oddastríðnum.

Manchester City er enn við í Champions League, men tapti fyrru áttandapartsfinaluna heima 0-2 ímóti Barcelona. Ein trupul útidystur er í væntu Grækarismessukvøld.

Harleyfacadeacryl