Enn er ikki greitt, um Liverpool liðskiparin Steven Gerrard heldur fram í Liverpool næsta ár. Tað hevur viðført, at Manchester City nú alment hevur víst áhuga.
Enn er ikki greitt, um Liverpool liðskiparin Steven Gerrard heldur fram í Liverpool næsta ár. Tað hevur viðført, at Manchester City nú alment hevur víst áhuga.
34 ára gamli Gerrard, sum hevur spælt við Liverpool alt sítt lív, hevur ein sáttmála, sum gongur út, tá hetta kappingarárið er av. Hann hevur í vikuni verið í ensku miðlunum og sagt, at hann ætlar sær ikki at gevast eftir hetta kappingarárið.
– Eg spæli aftur næsta ár. Vit mugu bíða við at síggja, um tað verður í Liverpool ella aðrastaðni. Tað er avgerðin hjá Liverpool, segði Gerrard við The Telegraph.
Liverpool leiðslan hevur enn ikki heitt á Gerrard at koma til sáttmála samráðingar, so enn er ógreitt, hvar Liverpool liðskiparin spælir næsta ár. Hetta hava meistararnir úr Manchester City fingið við.
– Eg dømi ikki leikarar eftir aldri. Eins og Frank Lampard, so er Gerrard ein topp leikari, sum kann halda áfram á hægsta støði í fleiri ár afturat, sigur Manchester City venjarin Manuel Pellegrini við The Telegraph.