Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mangan bleiv talað við stórum bókstavum

John William Joensen

Heini á Marknagili 30 ára starvsdag: Í morgun var skipað fyri samkomu hjá Faroe Ship í Norðhavnini í samband við at Heini á Marknagili kundi hátíðarhalda sín 30 ára starvsdag.

Heini á Marknagili 30 ára starvsdag: Í morgun var skipað fyri samkomu hjá Faroe Ship í Norðhavnini í samband við at Heini á Marknagili kundi hátíðarhalda sín 30 ára starvsdag.

Heilt nógv fólk var samankomið at heilsa Heina og stjórin í Faroe Ship, Jóhanna á Bergi, segði í røðu síni at Heini var trúgvur og álítandi og hon hugleiddi eitt sindur um hvussu hon kom fyrstuferð í kontakt við Heina tá hon sum sølufólk fyri Kósina flutti vørur gjøgnum Skipafelagið og at hóast hann mangan var sera avgjørdur tó altíð royndi at finna loysnir, tá trupuleikar stungu seg upp. Karl Birgir Isaksen, formaður í Norðoya Vinnulívsráð, røddi eisini og hugleiddi um tíðina tá hann sum unglingi saman við øðrum ungdómum lossaðu á Skipafelagnum.

Heini á Marknagili takkaði fyri og segði at Skipafelagið hevði verið eitt gott arbeiðspláss.

– Tó onkuntíð hevur verið talað við stórum bókstavum. Eg minnist tá vit vóru undir trýsti úr Havnini at fáa Lóm ella Blik suður, meðan virkini her royndu at halda skipið at bryggju sum longst, so tey fingu avskipað sum mest av fiskið. Eg minnist onkra samrøðu við Antonius Olsen, sum eg eri glaður at síggja her í dag. Hann bað meg bíða tí teir høvdu einans átta plattar eftir inni á virkinum, hóast eg visti at rætta talið var nærri 80 og tá var ikki frítt at tað bleiv talað við stórum bókstavum. Tað var eitt sera stórt og víttfevnt virksemið kring gamla bygningin hjá Skipafelagnum sum lá mitt inni í hjartanum í Klaksvíkini – og tí kennist tað eitt sindur løgið at uppliva at tey nú draga gamlar hjallar oman á kajuna, segði Heini skemtandi.

Hann segði seg vera takksaman fyri at sleppa at halda fram sum vanligur arbeiðsmaður nú pensjónin bankaði á dyrnar.

Harleywoodpaint