Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mangan hava støðurnar verið truplar og brotasjógvarnir stórir

Oliver Joensen

Tað segði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost millum annað í røðu síni, tá nýggja brunnskipið, Hans á Bakka, kom á Runavík í morgun.

Vælkomin til móttøkuna her á Bakka í dag av okkara nýggja brunnskipi, Hans á Bakka. Henda dag og hesa løtu hava vit sæð fram til í nøkur ár.

Í 2013 fráboðaðu vit 5 ára útbyggingarætlan okkara fram til 2018. Eina visión um hvussu vit framhaldandi kunnu menna eitt felag í heimsflokki, og tryggja menning av kappingarførari alivinnu í Føroyum.

Hetta skip saman við stóra virkinum, sum vit eru ígongd við at byggja her á staðnum eru sera týðandi partar av hesi ætlan. Okkara starvsfólk gera eitt sera gott arbeiði – og úrslitið er hareftir. 

Bestu arbeiðsamboð skulu vera til taks, og vit flyta okkum áhaldandi fyri at varðveit a kappingarførið. Menningin av føroysku alivinnuni seinastu nógvu árin i hevur verið stór. Eitt slíkt skip, var óhugsandi í føroysku alivinnuni bert fyri heilt fáum árum síðan i. Hetta er eitt amboð við heilt nýggjum møguleikum. Uppgávurnar kunnu loysast tryggari, betri, og effektivari.

Við øllum hesum útbyggingum, koma vit at minka váðan í okkara virksemi og tryggja framhaldandi gott kappingarførið. Harafturat verða møguleikar at framleiða nýggjar vørur. Kapasiteturin í mun til verandi útgerð verður eisini í einum heilt øðrum flokki. Hetta skip kann føra 450 tons av livandi laksi. Skipið er útgjørt við somu tøkni sum best útgjørdu smoltstøðirnar við reinsiskipan, so vatnið áhaldandi kann endurnýtast uttan at nakað verður leitt út ella nýtt tikið inn. Skipið hevur alla hugsandi útgerð, bæði tá hugsa verður um uppgávurnar sum skulu loysast og hvussu eitt nútímans skip í dag annars er útgjørt. 

Vit takka øllum, sum hava havt ein leiklut í samban d við byggingina av skipinum. Skipið er bygt hjá Tersan skipasmiðjuni á Yalova”s við Istanbul Turkalandi, tað er designa av Rolls Royce. Teir hava eisini levera meginpartin av teknisku útgerðini. MMC hevur leverað alla útgerð sum hevur við fiskaviðgerð at gera. KJ Hydraulik hevur leverað útgerð til skipið í samb and við feskvatnsviðgerð. Knud E. Hansen við Tormund Johannesen og Marna Olsen hava havt prosjekt- og byggieftirlitið. Anfinn Dam”s maskinsjefur hevur vegna reiðaríið verið byggieftirlit og byggimynduleiki á staðnum í allari byggitíðini. Snæbjørn Hansen”s skipari hevur havt eftirlit og myndugleika við útgerðini á brúnni. Andrias Petersen hevur havt projektsamskipanarleiklut bæði í samband við útveljing av skipasmiðju og byggingini. 

Vit kundu sjálvandi eins og flest aðrar alifyritøkur havt innleiða eitt slíkt skip uttanífrá; men royndir okkara at hava egin brunnskipið eru so mikið góðar”s at vit ikki hava ivast í”s at tað var rættast at vit sjálvir fóru undir at byggjan hetta stásiliga far. Vit eru bæði stolt og glað í dag, ikki minst gleðir tað meg at flaggskipið í flota okkara, sum eftirhildin telur eini 50 skip og bátar, ber navnið á pápa mínum, sum saman við brøðrum sínum Rólant og Martin stovnaði Bakkafrost í 1968.

Mær untist at starvast tætt saman við pápa mínum í 30 ár. Hann lærdi meg nógv og tað eri eg honum sera takksamur fyri. Ikki minst lærdi hann meg at sterkur vilji og trúgv er avgerandi fyri framburð – og at framburður er treytaður av hørðum arbeiði. Mangan hava støðurnar verið truplar og brotasjógvarnir stórir; tá leiðin var ógongd var stundum neyðugt at slóða fyri.