Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mangla fígging til venjara

Jákup Ósá

Team Klaksvík leitar í løtuni eftir fígging fyri, at kunna seta venjara til komandi kappingarár, sigur Heri Johnsson, sum er formaður í felagnum.

Heri Johnsson sigur, at Zarko Pejovic er áhugaður í at halda fram sum spælandi venjara eins og seinastu dystirnar síðsta kappingarár.

– Í løtuni mangla vit fígging til at kunna seta høvuðsvenjara. Ætlanin er at seta Zarko Pejovic til venjara og hann er áhugaður. Vónandi eydnast at skaffa neyðugu fíggingina áðrenn mánaðin er farin, so at hann kann koma heim í seinasta lagi hálvan august. Tá hava vit so ein mánaða at venja í, sigur Heri.

Hann sigur annars, at hópurin hevur vant styrkisvenjing síðani hálvan mai og at hópurin í stóran mun verður tann sami sum í fjør. Grundarlagið skuldi eisini verið betri fyri at fingið stig og sigrar. Heri heldur, at Team Klaksvík eigur at kunnu umganga at vera í botninum næsta ár.