Nú listin hjá fólkaflokkinum er kunngjørdur, síggja vit álop frá einum, ið sigur seg verða fólkafloksmann, á hesi fólk ið hava latið seg stilla upp.
Løgin atburður. Hevur tú verið á fundi og sagt tína meining?? Tað er har hon skal sigast.
Álop koma frá hinum flokkunum – tað vita vit – og tað skulu teir eisini – tað eigur og skal verða í allari hampuligheit – og ikki persónligt. Men ikki á okkar egnu, frá okkar egnu.
Sjálvur havi eg ikki verið á fundi. Og tað er bert ein orsøk til tess. Tey høvdu lagt fundirnar, har nógvar trappur vóru – á Kl. Sjómannsheimi og í Róðraneystinum á Árnafirði – og tá ið eg ikki kann ganga trappur – ella illa – vegna sjúku, ja, so fór eg ikki á fund.
Hettar er nakað, tú ikki hugsar um, tá ið tú er frískur og raskur, men tá ið ryggurin sigur stopp, er ikki nógv at gera.
Annars kann eg her avdúka, at eg fyri eini tíð síðan heitti á okkara borgarstjóra um at skipa so fyri, at vit fáa eitt Eldraráð í Klaksvík, eins og tað í Havn. Og hann tók væl ímóti tí, og vildi arbeiða við tí. Havi tó onki hoyrt frá tí síðan – og við at lesa tað, ið hevur verið fyri á býráðsfundi, síggi eg, at tað hevur ikki enn verið fyri á fundi.
Latum okkum fáa eitt gott kjak til komandi býráðsval. Hugsa tær. Vit hava ein miðbý, ið liggur púrasta opin – har frítt og vítt er til veggja. Meira enn nógvir aðrir býir hava, har hús o.a. skal flytast.
Men tá ið vit so gera tað, skal tað gerast ordiliga – tí tað skal standa í mong ár.
Elsebeth hevði eitt uppskot – skilagott – men latum okkum hoyra fleiri meiningar.
Havi onki ímóti Summerfestivalinum, men vit kunnu ikki lata ein miðbý liggja tóman og geldan, tí har skal verða festival 2-3 dagar um árið. Teir kunnu fara onkra aðra staðni – t.d. dømis í Gerðabø.
Tað hava verið nógvar ætlanir um Miðbýin – og helst skilagóðar-
Men tað ið er umráðandi her, er at arkitektar verða settir at stíla fyri her, so tað sum gjørt verður er við skili – nakað sum vit kunnu verða stolt av -og ikki reisa eitt "monstrum" á økinum (eg sigið ikki hvat eg meini við).
Eitt mentunarhús eigur fyrst og fremt at byggjast har. Eitt hús ið "hvílir" í sær sjálvum, tvs, har aktivitetir verða, eitt nú musiksskúlin o.a. ið gevur leiguinntøku, og ikki eins og í Fuglafirði, har tað liggur deytt, tí tey hava ikki ráð at hava tað.
Onkur sigur at vit hava eitt mentunarhús í Klaksvík, Atlantis. Tað er ikki nakað mentunarhús, men eitt "allertiders" teatur, ið verður brúkt til biograf. So einkult er tað.
Nú bleiv hettar nógv longri enn eg ætlaði, men gott er. Onkur tímir kanska at lesa tað – og gevur sína meining. Men ikki persónligt. Tað tími eg ikki, serliga um tað er ónavngivið.
Jógvan E. Ósá




