Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mangt fjalist í stórapotti

Oliver Joensen

Undanfarni formaður løgtingsins er nú aftur á breddanum. Hann man vera best kendur sum faðirin at Føroyum sum einum valdømi, eitt hitt mest miseydnaða eksperiment, sum nakar politikari á okkara leiðum hevur lagt navn til.

Við einum løgtingsvali og tveimum árum á baki hevur hetta óhepna óvandaverk prógvað sína diskriminerandi slagsíðu í føroyskum politikki. Ongar av fyrigyklingunum undan broytingini hava hildið, og sleppur ábyrgdarleysa royndin at halda fram, slepst neyvan burtur úr aftur vónloysinum. Skaðin verður óbøtandi fyri stórar partar av landinum og demokratisku hugsjónina sum heild.

Hetta ásannar nú ein meiriluti á Føroya Løgtingi. Fremsti stuðulssveinur til ørvitisætlanina var táverandi løgmaður, sum lovaði fólkinum fólkaatkvøðu, áðrenn stig vóru tikin, men helt ikki lyftið.. Báðir vóru teir lagdir undir at ráðleggja ætlanina í sjálvsøkni, tí útlitini at verða afturvaldir vóru ivasom. Hvussu var og ikki, báðir vórðu aftirvaldir, so metast má, at ráðagerðin eydnaðist.

Formaður Javnaðarfloksins ásannaði tó longu fyri góðum ári síðani, at grundgevingarnar fyri einum valdømi hildu ikki. Hetta varð kunngjørt á landsfundi, seinni eisini alment við orðunum: Ongantíð áður hevur lokalpolitikkur verið meira í fokus enn eftir valið. Hann helt fram, at løgtingsfólk í nógv størri mun nú høvdu brúk fyri at koma sær fram í fjølmiðlunum, tí nú berjast jú øll móti øllum.

Fjølmiðlarnir eru í miðstaðarøkinum. Droymir tú um politiska karrieru, so er treytin eyðsæð.

Nýtt løgting valdi nýggjan formansskap. Løgtingsformaðurin hevur nú merkt sær, at løgtingið er misnøgt við valskipanina, og sum skilst er formansskapurin farin undir at fyrireika lógaruppskot til meiri demokratiska skipan, sum í framtíðini betur kann umboða føroyska fólkið.

Grundgevingarnar eru skilagóðar. Løgtingið hevur álagt landsstýrinum at eftirmeta skipanina og skifta orð um møguligar broytingar í vallógini, men okkurt bendir á, at landsstýrið ikki er sinnað til tess. Veruleikin er, at longur drálað verður, minni gerst møguleikin fyri undirtøku fyri broyting.

Tað er eingin loyna, at undanfarni løgtingsformaðurin, fyrrverandi formaður Sambandsfloksins, í mongum føri hevur avdúkað seg sum ráðaríkan og valdfúsan. Hevur sýnt lyndi til at gloyma, ella ikki vilja viðurkenna, at hann hvørki er floks- ella løgtingsformaður longur. Statskvett, geylar hann, nú formansskapurin hevur í umbúna at fyrireika uppskot at leggja fyri fyrsta løgtingið, sum samansett er eftir egnu forskriftum hansara. Hóast ein meiriluti av løgtingsfólki er misnøgdur við miseydnaðu skipanina, sum bjargaði honum afturval. Hann hóttir við bál og brandi og kravi um fólkaatkvøðu, rætt tað, hann og javnlíkir áður mettu høpisleyst.

Áhugavert um formaður Javnaðarfloksins enn ásannar mistakið, vil broytingar ella góðkennir avleiðingarnar. Skjótt kann aftur verða neyðugt at krøkja seg í roynda bjargingarsprekið, nú samgongan sum skilst hevur ætlanir um djúp inntriv m.a. í sjálva grundupphæddina í fólkapensiónini, sum øll hava rætt til, og sum flokkurin higartil hevur verið stoltur av at rokna sum mannarættindi. Ætlanin er enn ein steinur oman á byrðu hjá veikastu økjunum, ið politiskt miðvíst eru drenað fyri ungfólk. Fyri mong fólk álvarsamt og lagnulagandi politiskt inntriv, ið ivaleyst kann geva baksláttur. Okkurt bendir á, at sera umráðandi er hjá flokkinum at “revsa” ella gloyma ávís gomul, men tung valdømi, ið bera greflig sár av óhepnum og vánaligum politiskum handverki. Mangt fjalist í stórapotti.

Eirindarleysar sentralistiskar kreftir í landsins stýri og ódámligt drál hjá óroyndari landsstýriskvinnu í lógarmálum, sum sýnist marionetstýrd av ávísum tingmanni fólkafloksins, boða neyvan frá góðum fyri økini úti um landið. Livst so spyrst.