Í kvøld verður eingin annar enn Mannbjørn Anthoniusen at hoyra í klaksvíkar klubba.
Mannbjørn er kendur sum entertainari burturav. Hóast sín unga aldur hevur hann longu nú skapt sær eitt áhugavert repertoire. Og hevur skapt sær eitt image ið relaterar tíl allar aldursbólkar.
Koma tit niðan í klubban í kvøld fáa tit heilt sikkurt eitt stuttligt kvøld saman við Mannbjørn, og kemur hann uttan iva at framføra okkurt av hansara signature løgum, ið eru løg hja Bon Jovi. Sum Mannbjørn framførir sum fáur.
So verið tit øll vælkomin niðan í klubban í kvøld 9.mai til eitt hugnaligt kvøld við tónleiki og dansi.
18 ára aldursmark!




