Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mannfólkini rýmdu út tá dunna var til døgurða

Oliver Joensen

Nógv er broytt mína tíð, sigur 89 ára gamla Elisabeth Joensen, tá eg prátaði við hana í vikuni. Úti á Oyri, har eg vaks upp var ótrúliga gott at vera barn, tó at har vóru bert fýra gentur á mínum smábarnaaldri.

Foreldrini hjá mær vóru Kristianna og Jóan Karl Høgnesen. Pápi var bóndi í Niðrustovu og vit vóru átta systkin, fýra dreingir og fýra gentur. Á Oyri vóru ikki nógv hús tá, eini átta tá eg fyrst minnist, men húsini gjørdust færri,  sum tíðin leið.


Um 100 áseyðir
Men tað var sera liviligt á Oyri hjá okkum í Niðristovu. Vit høvdu tvey neyt, viðhvørt trý og onkuntíð fýra, tá kálvur skuldi setast við. Seyð høvdu vit eisini, eini 100 áseyðir. Tað, sum húskið skuldi brúka av fiski fekst lættliga á Borðoyarvík, millum nesjarnar og kanska longur eysturi á.


Seið og livur
Eg kann sjálvandi minnast góðu dyrgingartúrarnar fram við landi og seiðabergstúrarnar. Tá seiður og livur var á skránni til døgurða, var at fara út í bøin eftir eplum. Tað var matur okkum dámdi sera væl. Kanska best tá vit sjálvi høvdu verið við at fiska. Dunnur høvdu vit eisini og hønur, so egg og mjólk kundu vit altíð borðreiða við.


Skúlastovan var hjá okkum
Oyri var at kalla ein bygd fyri seg í okkara verð. Vit børn búleikaðust har hvønn dag. Gingu í skúla har, vandrilærari, sum lærarastarvið nevndist var Martin Poulsen, sáli, hann gekk eitt nú millum Oyrar og Ánir. Fyrstu árini gingu vit í skúla aðru hvørja viku.

Ein stova hjá okkum í Niðristovu varð skúlastova. Vit mundu vera eini 8-10 børn, ið vórðu undirvíst har av Martini.


Brúktu hugflogið
Eg spyrjið um hvat børnini spældu við og um leikur? Elisabeth hugsar seg um eina løtu og sigur so: Leikur, sum børn hava í dag, høvdu vit ikki. Tað vit spældu við var mest slíkt, sum vit høvdu gjørt sjálvi, ella sum onkur vaksin hevði evnað til. Men vit brúktu hugflogið tá vit fóru út at spæla og spældu at vit vóru vaksin og passaðu seyð og neyt. Neytini vóru kjálkamuur, neytini skuldu út í hagan og skuldu mjólkast og rekast aftur í fjósið. Okkara seyður var fyri tað mesta horn tá vit spældu fjallgongu. Vit flettu seyðabein og fuglabein, so nógv spøl snúðu seg um tað, vit sóu foreldur okkara takast við um dagarnar.

 

Vóru uppií arbeiðsdegnum
Vit børn vóru uppi í dagligdegnum hjá foreldrum okkara, so vit vistu hvussu tey bóru seg at í bø, haga og heima við hús. Nógv av dagliga arbeiðinum hjá teim vaksnu fór eisini fram inni hjá okkum og tá vóru vit børn ofta mitt uppi í.


Hjálptu eisini til
Men vit spældu ikki bara at vera bóndi og húsmóður. Spæliplássið hjá okkum var úr hamrinum omanfyri og oman í fjøruna. Vit gjørdu okkum holur, spældu í teim nógvu gróthúsunum, hoppaðu band, spældu ymisk bóltspøl, pinnaspæl, skóru torv við borðknívi.

Men sjálvandi, vit hjálptu eisini til í dagligdegnum, bæði inni og úti, um tað ikki altíð var so nógv tey fyrstu barnaárini.

 

Úti í bønum fyri dagin
Vit róku neytini niðan í liðan, tá tey skuldu út um summarið. Eisini vóru vit eftir neytunum, tá tey beljaðu við liðan í skýmingini og vildu sleppa aftur í fjósið.

So minnist eg eisini, sigur Elisabeth, at tá hoyggingin var fyri, fóru vit út í bøin við drekka og mati, og vit kundu væl vera har fyri dagin, tá veðrið var til tað.


Fóru væl um pengar
Elisabeth flennir og minnist eina hending seinni í tíðini: Tá eg og Kamar vóru gift, leigaðu vit okkum inn í húsini sum Kjølbro átti á Oyri. Tað eru húsini sum Birni Hansen seinni keypti. Kamar róði út og var útróðrarformaður. Ein dagin hevði Ernst Petersen, ið var deildarleiðari hjá Kjølbro á Biskupstøð bjóða honum eina frystiboks til keyps. Ernst stóð fyri matvøruhandlinum á Biskupstøð og hevði keypt hesa boksina, men hon passaði ikki til har hann ætlaði at nýta hana.


Frystiboksin
Tað var ein lítil frystiboks og Kamar segði bara ja. So minnist eg at mamma hevði nakað av kjøti, sum hon ikki rættuliga visti hvat hon skuldi gera við. Tá segði eg, at eg kundi taka mær av tí, tí eg hevði frystiboks. Tú, sigur mamma? Eigur ongi hús og spilt pengar upp á eina fyrstiboks? – Soleiðis var tíðin. Tey gomlu arbeiddu hart og brúktu ikki pengar uttan har ikki slapst undan at gjalda.

Torv av Bjargamansdali
Men fyri at koma aftur til tíðina sum barn úti á Oyri: Torv var tað, vit brúktu til upphiting. Oyramenn skoru torv í Bjargamansdali. Tað var ein langur og tungur túrur at ganga av Oyri og í Bjargamansdal, ið liggur eystur ímóti Syðratanga við Skorina. Nógv drift var eftir torvi har tað tíðina, tí nógvir klaksvíkingar skóru eisini torv har. Ein rennistrong høvdu teir av stíginum og oman á Syðratanga. Har bleiv torvið koyrt oman á tangan og hagani í ein bát at føra heim til Oyrar.


Bangin um torvbátin
Tað var ein langur túrur, minnist Elisabeth. Farvatnið er ikki at spæla við, tí kemur hann lágt og tað rekur upp í ættina har, so kann vera vandamikið við opnum báti. Eg minnist, at vit børn og hálvvaksin plagdu at renna út á Núp at vita um vit sóu torvbátin koma um Skálanes ella var í Hópinum. Vit merktu væl, at tey eldru ikki vóru heilt álvulig um torvbátin, tí tey vistu, at menn løgdu nógv fyri og lagaðu hann høgt, samstundis sum torv var vandafull last. Tá vit kundu boðað frá at torvbáturin var á veg, vóru tey glað.


Soppatorv av Núpinum
Afturat torvskurðinum í Bjargamansdali skar pápi eisini soppatorv úti á Núpi. Soppatorvið brúktu vit at leggja á seint á kvøldi, tí tað helt so væl gløðurnar til morgunin eftir. Legði man soppatorv í um kvøldið, so slapp man undan at kika morgunin eftir.


Eystur í Hóp
Tá fjalltíð var, og menn vóru komnir á rætt úti í Bergrætt, vóru vit send út hagar við drekka. Tað var ein nokk so langur teinur at ganga. Í dag er vegur heilt út á Núp, tað var tað ikki tá, so at ganga frá Oyrum í gjøgnum nógv gil út á Núp og so um Torvadal og út á Bergrætt var ein fittur teinur.

Tað er ikki øllum sum dámar at fara um gjónna í Torvadali eftir niðaru gøtuni.


Kundi farið fyri einki
Tað fer mær kalt niður eftir rygginum, tá eg hugsi um at eg einaferð misti ein skógv tá eg skuldi um  gjónna. Skógvurin fór nakað oman og eg at klintra oman eftir honum. Nú haldi eg at tað er eitt guds undur, at eg kom burturúr tí hendingini. Eg kundi júst tað sama farið á glið oman, so beyð ikki bøtur, tí høgt er undir.

 

Rotiskógvar
Eg mundi vera eini 8-9 ár tá eg fekk mínar fyrstu skógvar. Áðrenn tað tíð brúktu vit bert rotiskógvar, vit brúktu eini tvey pør um vikuna, so nógv skuldi gerast til av skóm. Fyri at fáa rotiskógvarnar at halda longur, lat tú teg í teir gomlu útyvir teir nýggju. Mannfólkini brúktu húðaskógvar.

Garvindarin var jólatræ
Til jóla fingu vit børn nýggj klæðir frá topp til tá, penar troyggjur, nýggjar rotiskógvar við reyðum tveingjum. Leikur minnist eg lítið til, tað var fyri tað mesta okkurt sum var bundið. Gjørdu sjálvi ymist úr pappíri, kliptu og klistraðu. Teldu eisini úr træ.

Fyrsta jólatræið, sum eg minnist var ein garnvindari, sum pápi hevði gjørt til mammu. Hann bleiv pyntaður við slíkum sum vit høvdu gjørt, kramarhús, flættaðar kurvar, hjørtur og pyntaðu við hømuliðum. Stearinljós í ljósastakum vóru eisini hongd upp á “jólatræið”. Eg helt tað vera ógvuliga vakurt.

 

Dugdu at liva
Í vindeygakarmarnar løgdu vit bummull og settu stearinljós á.

Jú, sigur Elisabeth at enda, eg haldi at vit dugdu væl at liva tá í tíðina, sjálvt um vit ikki altíð høvdu yvurflóð at gera burturúr.

Vøkunátt
Upp undir jól plagdu vit at hava eina vøkunátt, tað hoyrdi til til jóla. Har sótu vit og bundu, seinni komu svigarinnurnar afturat, tað var ein hugnalig nátt við nógvum práti og nógvum góðum mati, ræst kjøt og nógv annað gott. Vøkunæturnar vóru nakað heilt fyri seg og tað gleddu vit okkum til.

Á jólum fingu vit ræst kjøt jólaaftan. Feskt kjøt jóladag. 1. jóladag vóru vit øll systkinini við makum og børnum til døgurða, tað minnist eg mangan aftur á við sorgblídni, nú bert eg og Frida systur mín eru eftir av barnaflokkinum upp á 8 hjá Kristionnu og Jóhan Karl Høgnesen á Oyri eru eftir.

 

Tá rýmdu mannfólkini
Til stuttleika kann eg leggja afturat, at var dunna á matarskránni hjá Jóhan Karl onkran gerandisdagin, so rýmdu mannfólkini út. Vit høvdu dunnur, men tað hildu mannfólkini ikki vera matur fyri fólk.