icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manning og ferðafólk við M/S AZORES vóna at Týskland vinnur í kvøld

John William Joensen

Tað er av besta veðrið í morgun og týsku ferðafólkini fingu eina góða uppliving tá tey vóru koyrd niðan á Fossar og kundu njóta náttúruna og friðin henda líggja summarmorgun.

Tað er av besta veðrið í morgun og týsku ferðafólkini fingu eina góða uppliving tá tey vóru koyrd niðan á Fossar og kundu njóta náttúruna og friðin henda líggja summarmorgun.

Týska manningin og ferðafólkini vóru sum skilligt er sera spent til HM finaluna í kvøld og vit tóku eina felagsmynd á bryggjuni av týsku fótbóltsfjepparunum.

Umleið 400 ferðafólk eru við skipinum og fleiri høvdu valt at fara ein busstúr við ferðaleiðara og fyrst var koyrt niðan til vatn-brunnarnar á Fossum, har útsýnið yvir býin er sera vakurt og ferðafólkini upplivdu nakað av tí sum føroysk náttúra hevur at bjóða – og dúgliga var fotografera.

Sí myndir

Søgulig vitjan í Norðhavnini í morgun

M/S AZORES sum kom at bryggju í Norðhavnini í morgun kl. 8 og verður liggjandi til kl 14 er fyrrverandi MS Stockholm sum í 1956 rendi saman við heimsins tá verandi størsta ferðamannaskipið SS Andrea Doria úr Italia sum sakk orsaka av samanstoytinum. M/Z Azores er bygd í 1948

CAFE FRÍÐA OPIN

“Vit í Fríðu hava avgjørt at hava opið tíðliga sunnumorgunin í samband við at ferðamannaskip vitjar. Opningstíðir í morgin sunnudagin 13. Juli Kl. 9:30 til 22:00 – Vit vilja at ferðafólk ið vitja Klaksvík altíð skulu kenna seg vælkomin. Vinarliga heilsan starvsfólkini hjá Fríðu”